Recurring Event Sunnudagsskúli

Sunnudagsskúli

Betesda Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO

Øll eru hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla hvønn sunnudag kl. 12.30. Sunnudagsskúlin varir umleið ein tíma. Sungið verður í ein hálvan tíma, og síðani fara børnini í flokkarnar, har tey verða lærd úr Bíbliuni ígjøgnum søgur, frásagnir, myndir o.a. Flokkarnir eru: 0 – 3 ár 4 – 6 ár 1. – 2. flokkur 3. – 4. flokkur […]

Recurring Event SLUSH!

SLUSH!

SLUSH! Eitt tiltak fyri ung í 5.-7. flokki SLUSH er ikki vatn og ikki ísur. Og tað er har hesi ungu eru. Tey eru ikki børn og ikki vaksin, tey eru mitt ímillum. Endamálið við tiltakinum er at røkka teimum, har tey eru. At hjálpa teimum at finna sítt pláss í samkomuni ígjøgnum hugna og […]

Recurring Event Mammukafe

Mammukafe

Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO

Smábarnamammur eru hjartaliga vælkomnar til mammukafe týsmorgun frá kl. 11 til kl. 13. Á skránni er hugnaprát og góður drekkamunnur. Gott er eisini at fylgja við á Facebook hjá Betesda. Onkuntíð verður avlíst har.

Recurring Event Kafe hósmorgun

Kafe hósmorgun

Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO

Kafein er opin hvønn hósdag kl. 10 til 12 og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er í mestan mun tilkomin og eldri, sum savnast at njóta góða samfelagið og hugnan í kafeini, har vanliga eisini eitt lítið sanglið er við. Eisini børn og ung koma, eitt nú úr skúlanum, at fáa sær ein drekkamunn.

Recurring Event Ungdómsmøti

Ungdómsmøti

Betesda Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO

Ungdómsmøti í Betesda er hóskvøld kl. 20. Vanliga verður sungið, onkur hevur eitt orð og bjóðað verður til kaffimunn. Her eru øll ung vælkomin. Eisini gleðast tey ungu um tey, ið eru eitt sindur eldri, ið eisini koma. So ver hjartaliga vælkomin – uttan mun til aldur.

Kvinnumøti

Betesda Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO

Fríggjakvøldið 2. desember kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.   Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni. Hesa ferð verður tað Lydia Petersen, sum fer at tala um Mariu móðir Jesusar.   Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær […]