Loading tiltøk

« All Events

  • Hetta tiltakið er liðugt.

Uppbyggingarmøti – Benjamin Hansen luttekur

4. mai kl. 20:00 - 21:15

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 fer Benjamin Hansen at bera fram eina stutta heilsan til samkomuna, nú hann hósdagin fer avstað aftur til Týsklands, har hann og konan, Wina, virka sum fulltíðar trúboðarar.

Benjamin er sonur Petur Hansen, sum er úr Klaksvík, her hann øll síni ungdómsár var virkin partur av samkomuni í Betesda. Petur fór út sum fulltíðar trúboðari í trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission (NTM), har hann og konan, Rachel, framvegis virka. Í nógv ár virkaðu tey í Papua Ný Guinea, har sonur teirra, Benjamin, sum nú vitjar aftur til Klaksvíkar, vaks upp.

Benjamin og Wina, sum eiga sonin Noah Elias, ið er 10 ár, virka sum fulltíðar trúboðarar í Týsklandi fyri trúboðanarfelagsskapin Ethnos 360, sum er eitt av nýggjaru heitunum fyri NTM, New Tribes Mission.

Tann 11. apríl komu tey til Føroya á vitjan. Vegna skúlagongd steðgaðu Wina og sonurin, Noah Elias, bert 14 dagar, meðan Benjamin enn er her í Føroyum. Hann fer avstað aftur hósdagin 5. mai.

– Okkum dámar so sera væl her í Føroyum, sigur Benjamin, sum gleðir seg at heilsa uppá so mong sum gjørligt nú mikukvøldið í Betesda, har ein drekkamunnur verður eftir møtið.

Nærri lýsing

Dato:
4. mai
Tíð:
20:00 - 21:15
Tiltak bólkur:

Staður

Betesda
Biskupsstøðgøta 7
Klaksvík, FO 700 Faroe Islands
+ Google Map
View Staður Website

Nærri lýsing

Dato:
4. mai
Tíð:
20:00 - 21:15
Tiltak bólkur:

Staður

Betesda
Biskupsstøðgøta 7
Klaksvík, FO 700 Faroe Islands
+ Google Map
View Staður Website