Loading Tiltøk

« All Events

  • Hetta tiltakið er liðugt.

Zareptadagur

1 august @ 09:00 - 2 august @ 21:00

Zareptadagar fyri sunnudagsskúlan í Betesda

Vit eru sera glað fyri møguleikan at bjóða tykkum til ein legudag í Zarepta. Til ber at velja millum dagarnar 1. og 2. august 2020.

  • Leygardagurin 1. august er ætlaður smábørnum frá 0 ár og upp til skúlaaldur – tey, sum fara í fyrsta flokk eftir summarsteðgin. Hesi fara vestur saman við foreldrunum.
  • Sunnudagurin 2. august er ætlaður børnum, sum fara í 2. flokk eftir summarsteðgin, og upp til tey, sum fóru úr 7. flokki fyri summarsteðgin.

Vit sleppa at vera í Zarepta frá kl.09.00 til 21.00. Men av tí at vit einans kunnu vera 100 fólk í senn, kann tað gerast neyðugt at býta dagarnar upp í tveir partar. Um so er, skipa vit dagin soleiðis:

  • 100 fólk vera í Zarepta frá kl.09.00 – 14.30.
  • 100 fólk vera í Zarepta frá kl.15.30 – 21.00.

Tit verða kunnað um, nær tit fara vestur, eftir at vit hava fingið allar tilmeldingarnar.

Endaliga skráin verður gjørd, tá vit hava fingið allar tilmeldingarnar, men vit kunnu boða frá, at hetta verður á skránni báðar dagarnar:

  • Søga & spurnarkapping
  • Tónleikur og sangur
  • Svimjing,
  • Spøl og kappingar úti (um veðrið ikki er gott, fara vit at spæla í høllini í niðaru lon)
  • Í minsta lagi ein máltíð

Vit fara at biðja tykkum um at vera ílatin eftir veðrinum og at taka skiftiklæðir við. Minnist eisini til svimjiklæðir og handklæð.

Tilmeldingin fer fram her niðanfyri:

Seinasta freist at melda til er leygardagin 25. juli 2020.

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Sámal Mikkelsen á telefon 229595, ella á t-post samalmikkelsen79@gmail.com

Zarepta dagurin er ókeypis, men møguleiki verður at lata eina gávu til Zarepta.

Nærri lýsing

Start:
1 august @ 09:00
End:
2 august @ 21:00
Tiltak tag:

Staður

Zarepta
Zarepta
Vatnsoyrar, 385 Faroe Islands

Nærri lýsing

Start:
1 august @ 09:00
End:
2 august @ 21:00
Tiltak tag:

Staður

Zarepta
Zarepta
Vatnsoyrar, 385 Faroe Islands