Uppbyggingarmøti
Betesda Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO, Faroe IslandsUppbyggingarmøti er hvørt mikukvøld kl. 20. Øll eru vælkomin!
Uppbyggingarmøti er hvørt mikukvøld kl. 20. Øll eru vælkomin!
Kafein er opin hvønn hósdag kl. 10 til 12 og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er í mestan mun tilkomin og eldri, sum savnast at njóta góða samfelagið og hugnan í kafeini, har vanliga eisini eitt lítið sanglið er við. Eisini børn og ung koma, eitt nú úr skúlanum, at fáa sær ein drekkamunn.
Opið hús er hvørt leygarkvøld í vetrarhálvuni, har ungfólk hugna sær saman og spæla ymisk spøl so sum borðtennis, bobb og ymisk borðspøl. Kl. 23 er sangløta við andakt, sum er fastur táttur av kvøldinum. Øll ung eru hjartaliga vælkomin til opið hús í Betesda leygarkvøld kl. 21. https://www.youtube.com/watch?v=PjAoya4PTec
Minnismáltíð Harrans.
Evangeliskt møti sunnukvøld kl. 18 Øll eru hjartaliga vælkomin.
SLUSH! Eitt tiltak fyri ung í 5.-7. flokki SLUSH er ikki vatn og ikki ísur. Og tað er har hesi ungu eru. Tey eru ikki børn og ikki vaksin, tey eru mitt ímillum. Endamálið við tiltakinum er at røkka teimum, har tey eru. At hjálpa teimum at finna sítt pláss í samkomuni ígjøgnum hugna og […]
Týskvøld kl. 17.15 til kl 19 er frítíðararbeiði fyri gentur og dreingir frá 3. flokki og eldri. Frítíðararbeiði er hvønn vetur frá miðjum oktober til seinast í mars. Fyrst er ein andakt, sum varir umleið hálva tíma við sangi og søgu. Síðani verður farið at virka ymiskt við hondunum. Vaksin eru hjástødd, sum hjálpa børnunum […]
Betesdakórið venur vetrarhálvuna hvørt týskvøld kl. 20.