Vika tiltøk
Ungdómsmøti
Ungdómsmøti í Betesda er hóskvøld kl. 20. Vanliga verður sungið, onkur hevur eitt orð og bjóðað verður til kaffimunn. Her eru øll ung vælkomin. Eisini gleðast tey ungu um tey, ið eru eitt sindur eldri, ið eisini koma. So ver hjartaliga vælkomin – uttan mun til aldur.
Sunnudagsskúli
Øll eru hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla hvønn sunnudag kl. 12.30. Sunnudagsskúlin varir umleið ein tíma. Sungið verður í ein hálvan tíma, og síðani fara børnini í flokkarnar, har tey verða lærd úr Bíbliuni ígjøgnum søgur, frásagnir, myndir o.a. Flokkarnir eru: 0 – 3 ár 4 – 6 ár 1. – 2. flokkur 3. – 4. flokkur […]
Mammukafe
Mammukafe
Smábarnamammur eru hjartaliga vælkomnar til mammukafe týsmorgun frá kl. 11 til kl. 13. Á skránni er hugnaprát og góður drekkamunnur. Gott er eisini at fylgja við á Facebook hjá Betesda. Onkuntíð verður avlíst har.
Uppbyggingarmøti
SLUSH! hugnakvøld
Opið hús
Opið hús
Opið hús er hvørt leygarkvøld í vetrarhálvuni, har ungfólk hugna sær saman og spæla ymisk spøl so sum borðtennis, bobb og ymisk borðspøl. Kl. 23 er sangløta við andakt, sum er fastur táttur av kvøldinum. Øll ung eru hjartaliga vælkomin til opið hús í Betesda leygarkvøld kl. 21. https://www.youtube.com/watch?v=PjAoya4PTec