Vika tiltøk
Ungdómsmøti
Ungdómsmøti í Betesda er hóskvøld kl. 20. Vanliga verður sungið, onkur hevur eitt orð og bjóðað verður til kaffimunn. Her eru øll ung vælkomin. Eisini gleðast tey ungu um tey, ið eru eitt sindur eldri, ið eisini koma. So ver hjartaliga vælkomin – uttan mun til aldur.
Sunnudagsskúli
Øll eru hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla hvønn sunnudag kl. 12.30. Sunnudagsskúlin varir umleið ein tíma. Sungið verður í ein hálvan tíma, og síðani fara børnini í flokkarnar, har tey verða lærd úr Bíbliuni ígjøgnum søgur, frásagnir, myndir o.a. Flokkarnir eru: 0 – 3 ár 4 – 6 ár 1. – 2. flokkur 3. – 4. flokkur […]
SLUSH!
SLUSH!
SLUSH! Eitt tiltak fyri ung í 5.-7. flokki SLUSH er ikki vatn og ikki ísur. Og tað er har hesi ungu eru. Tey eru ikki børn og ikki vaksin, tey eru mitt ímillum. Endamálið við tiltakinum er at røkka teimum, har tey eru. At hjálpa teimum at finna sítt pláss í samkomuni ígjøgnum hugna og […]
Bønamøti
Mammukafe
Mammukafe
Smábarnamammur eru hjartaliga vælkomnar til mammukafe týsmorgun frá kl. 11 til kl. 13. Á skránni er hugnaprát og góður drekkamunnur. Gott er eisini at fylgja við á Facebook hjá Betesda. Onkuntíð verður avlíst har.
Sangvenjing kórið
Kvinnumøti
Kvinnumøti
Fríggjakvøldið 2. desember kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda. Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni. Hesa ferð verður tað Lydia Petersen, sum fer at tala um Mariu móðir Jesusar. Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær […]
Opið hús
Opið hús
Opið hús er hvørt leygarkvøld í vetrarhálvuni, har ungfólk hugna sær saman og spæla ymisk spøl so sum borðtennis, bobb og ymisk borðspøl. Kl. 23 er sangløta við andakt, sum er fastur táttur av kvøldinum. Øll ung eru hjartaliga vælkomin til opið hús í Betesda leygarkvøld kl. 21. https://www.youtube.com/watch?v=PjAoya4PTec