Jólaløta í Betesda 24. desember kl. 14

24. desember senda vit frá hugnaligari jólaløtu í Betesda. Á skránni er felagssangur, sangframførsla við Tóru við Keldu, upplestur við Ebbu Eyðfinnsdóttir, framhaldssøga við Beintu Vang og eisini hugleiðir Kristian Hansen um jólaboðskapin.

Sendingin kann síggjast á heimasíðuni hjá Betesda, betesda.fo, frá kl. 14.oo.

Vegna samkomuna í Betesda vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans ríku signing!