Jólaløta í Betesda 25. desember kl. 14

25. desember senda vit frá hugnaligari jólaløtu í Betesda. Á skránni er felagssangur, sangframførsla við John Færø, upplestur við Absalon Sørensen, framhaldssøga við Beintu Vang og eisini hugleiðir Elin Neshamar um jólaboðskapin.

Sendingin kann síggjast á heimasíðuni hjá Betesda, betesda.fo, frá kl. 14.00.

Vegna samkomuna í Betesda vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans ríku signing!