Roynda trúskap hansara kenna tit

Timoteus í brøvunum í Nýggja Testamenti

„Eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg skjótt fái sent Timoteus til tykkara, fyri at eisini eg kann fáa gott mót, táið eg fái at vita, hvussu tykkum veit við. Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við;“ Filippibrævið 2.19-20

Hesaferð hyggja vit at tí, sum brøvini hava at siga okkum um Timoteus. Vit hyggja fyrst at, hvussu tey lýsa sambandið millum Timoteus og Paulus, síðan hvussu tey lýsa sambandið millum Timoteus og tær ymsu samkomurnar. Eftir tað hyggja vit at tí, sum Paulus sigur við Timoteus í brøvunum, sum hann skrivaði til hansara. Og til síðst hyggja vit at stuttu viðmerkingini, ið vit finna um Timoteus í endanum á Hebrearabrævinum.

Her er nógv at læra og ikki minni at fremja í verki.

Sambandið millum Timoteus og Paulus

Versini, sum vit byrjaðu við, lýsa á ein serligan hátt nær knýtta sambandið millum Timoteus og Paulus. Bert Timoteus hevði somu umsorgan sum hann fyri samkomuni í Filippi. Tað er bæði ein vakur vitnisburður um Timoteus og ein álvarsom áminning um, hvussu skjótt tað er at svíkja.

Aftur til sambandið millum Timoteus og Paulus. Brotini nevnd niðanfyri lýsa stóra lut Paulusar í, at Timoteus kom til trúgv, andaligu uppaling hansara og ríka samarbeiðið teirra millum:

  • „barn mítt“ (1. Tim. 1.18 og 2. Tim. 2.1).
  • „ektabarn mítt í trúnni“ (1. Tim. 1.2).
  • „elskaða og trúfasta barn mítt í Harranum“ (1. Kor. 4.17).
  • „bróðirin Timoteus“ (2. Kor. 1.1; Kol. 1.1 og Filemon 1.1.).
  • „Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu“ (Fil. 1.1).
  • „Timoteus, bróður okkara og tænara Guds í evangelii Kristusar“ (1. Tess. 3.2.).

Paulus sigur í fimm av brøvum sínum, at tey komu bæði frá sær og Timoteusi. Brøvini, vit tosa um her, eru: Seinna Korintbræv, Filippibrævið, Kolossebrævið, Filemonbrævið og Tessalonikubrøvini. Tað sigur ikki so lítið.

Timoteus og brøvini til samkomurnar

At Timoteus er nevndur í byrjanini av mongum av brøvunum, vísir ikki bara, hvussu stórt álit Paulus hevði á honum, tað vísir eisini, hvussu nær knýttur hann var at hesum samkomunum.

Vit síggja hetta eisini í tí, sum Paulus skrivar um Timoteus í brøvunum. Besta dømi er helst tað, sum Paulus segði í versunum, sum vit byrjaðu við (Fil. 2.20):

„Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við;“

Men onnur dømir eru eisini.
Í Rómbrævinum 16.21 skrivar Paulus til samkomuna har:

„Timoteus, sum arbeiðir saman við mær, letur heilsa tykkum …“

Í Seinna Korintbrævi 1.19 stendur, at Kristus var prædikaður millum teirra av Paulusi, Silvanusi og Timoteusi.

Og í trimum av brøvum sínum (1. Kor. 4.17; 16.10; Fil. 2.19; 1. Tess. 3.2, 6), nevnir Paulus, at hann sendi Timoteus at vita, hvussu visti við hjá ymsu samkomunum og fyri at styrkja tær. Hetta sama sóu vit eisini, tá ið vit hugdu at tí, sum stendur í Ápostlasøguni um Timoteus.

Og so eitt brot, sum lýsir menniskjaliga lyndi Timoteusar. Móti endanum av Fyrra Korintbrævi (16.10) skrivar Paulus:

„Táið Timoteus kemur, síggið tá til, at hann kann vera hjá tykkum óttaleysur! Hann ger verk Harrans, eins og eg.“

Versið lýsir, hvussu hesin djarvi og trúfasti Harrans tænari eisini kundi vera viðkvæmur og óttafullur. Vert at taka til eftirtektar.

Timoteus og brøvini til hansara

Í Fyrra brævi sínum til Timoteus sigur Paulus, at hann læt hann verða verandi í Efesus (1. Tim. 1.3.). Tørvirnir í samkomuni kravdu tað. Í Seinna brævi sínum til Timoteus biður Paulus hann skunda sær til sín (2. Tim. 4.9, 21). Tørvir Paulusar kravdu tað.

Timoteus og fyrra brævið

Paulus skrivaði brævið fyri at minna Timoteus á ymisk samkomuviðurskiftir. Hann byrjar brævið við at ávara um vandan við fremmandum lærum. Hann nevnir eisini týdningin av, at gott skil er í samkomuni og at røttu fólkini hava umsjón við henni.

Áminningarnar eru flættaðar saman við áminningum um, hvussu Timoteus persónliga skal bera seg at. Hann verður mintur á at venja seg til gudsótta, um ikki at lata nakran vanvirða seg fyri tað, at hann er ungur, og at ansa eftir heilsuni.

Timoteus og seinna brævið

Paulus skrivaði seinna brævið fyri at eggja Timoteusi til ikki at missa mótið, men heldur líða ilt saman við sær fyri evangeliið. Samstundis minnir hann Timoteus á styrki Guds, gávurnar, sum Harrin hevur givið honum, og týdningin av at vera sterkur í náðini.

Paulus eggjar honum til at varðveita skattin, sum Harrin hevði litið honum upp í hendur. Hann minnir Timoteus á tað, sum hann hevði hoyrt Paulus tala, og týdningin av at fáa trúføstum monnum tað í hendur, monnum, sum vóru førir fyri aftur at læra onnur.

Timoteus og Hebrearabrævið

„Eg veit at siga tykkum, at Timoteus, bróðir okkara, er leysgivin, kemur hann skjótt, komi eg saman við honum at síggja tykkum.“ Hebrearabrævið 13.23

Hebrearabrævið er skrivað heilt stutt eftir, at Paulus skrivaði Seinna bræv sítt til Timoteus. Vit vita ikki, hvat er hent Timoteusi, men hann varð fongslaður onkuntíð um somu tíð, sum Paulus var tikin av døgum, men var síðan latin leysur aftur.

Royndi trúskapur Timoteusar eyðkendi hann til tað síðsta.