TeenStreet Life

TEENSTREET í Betesda 4. – 8. august 2020

Vit hava tað stóru gleði, at kunna bjóða ungdómi í Norðoyggjum til eina TeenStreet legu í Betesda 4. – 8. august. Ynski okkara er, at samkoman stendur saman um leguna. Biðið fyri tilrættarleggingini og at tey ungu skulu koma at kenna Jesus Kristus sum sín harra og frelsara, soleiðis at tey kunnu endurspegla Hann í gerandisdegnum.

Brúk verður fyri nógvum hjálparfólki, tí vilja vit eggja samkomuna at seta dagarnar 4. – 8. august av.

Nærri fæst at vita seinni.

Kontaktpersónur er Guðrun Elttør tlf. 757403.