Ansa og Arnold tæna á Malta í Hirtshals – luttaka á bønarmøtinum mánakvøldið

Á bønarmøtinum í Betesda í Klaksvík mánakvøldið 18. september kl. 20 fara Ansa og Arnold Mortensen at kunna um tænastu teirra á Malta í Hirtshals, har tey byrjaðu tann 1. mai í ár.

Ansa og Arnold Mortensen eru nú búsitandi og virka út frá Malta í Hirtshals.

Á Malta eru møtir mikukvøld, sunnumorgun, sunnudagsskúli, og evangeliskt møtið er sunnukvøld kl. 18. Kvinnumøtið er fyrsta hósdag hvønn mánað, annan hvønn hósmorgun er harramorgun, og annan hvønn hósmorgun er handarbeiðsmorgun fyri kvinnur.

Eisini er møti í Aalborg einaferð um mánaðin, sum Ansa og Arnold eru partur av.

Harumframt fevnir dagliga tænasta teirra um, at ymisk fólk møtast á Malta seinnapartar um 14-15 tíðina til ein kaffimunn og eitt gott prát. Húsið er opið hvønn dag frá morgni til myrkurs.

  • Tænastan er at røkta húsið, hava tað opið og vera har til fólk at koma inn, vera klár til at lurta og vera har fyri ymisk fólk, siga Ansa og Arnold, sum eru takksom fyri møguleikan at virka fyri HARRAN á henda hátt.
  • Vit hava drekka við onkrum afturvið til øll møtir og tiltøk, og hetta gevur eitt gott samanhald og møguleika fyri práti og góðari samveru.
  • Vit ynskja at fáa samband við tey ungu og børnini, so um Gud vil, fara vit um ikki alt ov langa tíð at byrja ungdómsmøtir og vónandi eisini frítíðararbeiði, siga tey bæði, sum eisini umhugsa at hava fleiri av møtunum á donskum – hetta fyri at kunna røkka út til danir og fólkið í Hirtshals.

Ansa og Arnold Mortensen eiga børnini Sarita 20 ár, Malan 18 ár og Ewelina 13 ár. Tey hava bæði røtur og eru uppvaksin í Klaksvík, og gleða vit okkum at hoyra meir um tænastu teirra á bønarmøtinum í Betesda mánakvøldið kl. 20.

Hjartaliga vælkomin 🙂