Bíbliutímar
Latið okkum rannsaka vegir okkara og granska teir, og latið okkum venda okkum til HARRAN!
Samkoman Betesda varð bygt við tí endamáli at savna trúgvandi til gudsdýrkan eftir Bíbliunar læru og til kunngeran av evangeliiunum um Kristi reina og fría evangelium um eina fullfíggjaða, æviga frelsu gjøgnum Kristi deyða og uppreisn aleina.
Leygardagin 19. mars verða bíbliutímar í Betesda frá kl. 10-13.
Evnið er: Missión
Tað eru Kristian Hansen og Sámal Mikkelsen sum tala. Jastrið Jacobsen og Durita Isaksen syngja.
Ein spurnarløta verður eftir miðmálan. Bíbliutímarnir vera upptiknir og lagdir á betesda.fo
Kaffi, te og okkurt afturvið verður ímillum Bíbliutímarnar og borðreitt verður við miðmála kl. 12.
Tilmelding er her á síðuni niðanfyri.
Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 18. mars.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17