Jarðarferðir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær.
Samkoman í Betesda hevur samkenslu við teimum, sum sita við sakni eftir andlát. Við deyða og jarðarferð er so mangt tey avvarðandi hava at hugsa um. Hjálagda vegleiðing er ætlað sum ein vinarlig hjálp og áminning um ein part av tí, sum er neyðugt at fyrireika í samband við jarðarferð, so sleppast kann undan misskiljingum.
Upplýsingar um andlát og jarðarferð eru eisini finna á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi: www.ks.fo
Sí teigin “Avvarðandi”
Setið tykkum í samband við leiðsluna í Betesda skjótast møguligt fyri at avtala nær jarðarferðin kann verða.
Deyðsváttan skal handast til sóknarprestin á staðnum. Er persónur deyður á sjúkrahúsi ella røktarstovni, syrgja viðkomandi starvsfólk oftast fyri hesum.
Gravari skal hava fráboðan skjótast møguligt, og áðrenn jarðarferðin verður kunngjørd.
Andlát verða vanliga kunngjørd í Útvarpinum og í bløðunum. Setið tykkum í samband við miðlarnar í so góðari tíð sum møguligt.
Kista/børa: Tosið við Sjúkrahúsið um kistu/børu.
Líkvognur skal hava fráboðan um nær kistan skal koyrast.
Sjúkrahúsið: Avtalast má, nær farið verður úr kapellinum.
Í Betesda: Í samband við jarðarferðina er neyðugt at seta seg í samband við viðkomandi ábyrgdarfólk skjótast møguligt.
Gravsálmar mugu veljast og latast prentsmiðju skjótast møguligt.
Blómur og prýði kunnu umbiðjast frá blómuhandlunum í býnum. Tey átaka sær fegin at prýða við kistuna í Betesda.
Jarðarferðin: Minnist til at biðja talarar, spælarar, berarar og hjálparfólk annars í góðari tíð.
Ervi: Møguleiki er hjá teimum avarandi at skipa fyri ervi í Betesda.
Ábyrgdarpersónar:
Klaksvíkar Sjúkrahús: +298 454545 – lok 4607
Sóknarprestur: +298 457580
Gravari og líkvognur: Rani Friang Rasmussen, +298 238898
Prentsmiðja: Grafia, +298 457072, ELSE grafiskur sniðgevi +298 283151, ella Anna & Annað +298 718192
Betesda: Kjartan Simonsen,+298 236252
Køkurin: Suffía Østerø, +298 456598 ella +298 226598
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17