Endamál

Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.

Endamál

Samkoman Betesda varð bygt við tí endamáli at savna trúgvandi til gudsdýrkan eftir Bíbliunar læru og til kunngeran av evangeliiunum um Kristi reina og fría evangelium um eina fullfíggjaða, æviga frelsu gjøgnum Kristi deyða og uppreisn aleina.

Við støði í endamálinum fyri samkomuna í Betesda ynskja vit at boðanin av evangeliinum sæst aftur í øllum virksemi í og út frá samkomuni, og at vit:

  • Náa onnur fyri Kristus

    Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.”
    Matteus 28, 19-20

  • Koma saman sum samkoma til uppbygging, bøn og tøkk

    Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst.
    1. Korintbræv 3, 7

  • Bjóða væl grundaða bíbliulæru

    Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins! Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum. Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum! Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar! Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur! Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda. Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds, biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heiløgu.
    Efesus 6, 11-18

Verið vælkomin at vitja okkum og kenn teg sum heima!

Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17