Av bókahillini:

Dávid kongur, Sálmur 32 og „Brotsverk og revsing“

32. Sálmur

1. Eftir Dávid. Songur

SÆLUR er tann, ið hevur fingið misbrot sítt fyrigivið og synd sína fjalda,

2 sælur er tann maður, ið HARRIN ikki tilroknar misgerð, og sum ikki hevur svik í anda sínum!

3 So leingi sum eg tagdi, tærdust bein míni burtur, og eg gav meg líðilangan dagin;

4 tí dag og nátt lá hond Tín tung á mær, og lívsmáttur mín svann burt sum í summarturki. – Sela.

5 Tá játtaði eg synd mína fyri Tær og duldi ikki skyld mína; eg segði: „Eg skal játta misgerðir mínar fyri HARRANUM!“ – Og Tú tókst burtur syndaskyld mína. – Sela.

Hugsaði at hugleiða eitt sindur um bókina hjá Fyodor Dostoyevsky, sum á enskum eitur „Crime and Punishment“ og á donskum „Forbrydelse og straf“. Føroyska heitið verður óivað „Brotsverk og revsing“. Fari at gera tað við Sálmi 32 sum bakstøði. Dávid kongur skrivaði sálmin eftir syndina við Batsebu.

Dávid lýsir, hvussu bein hansara tærdust burtur, og hvussu hann gav seg líðilangan dagin, tí dag og nátt lá hond Harran tung á honum, og lívsmáttur hansara svann burt sum í summarturki. Hetta líkist tí, sum Raskolnikov, høvuðspersónurin í „Brotsverk og revsing“, upplivdi.

Brotsverk og revsing

Raskolnikov er ungur studentur, ov fátækur at halda fram við lesnaðinum. Í ørkymlandi fátækradømi sínum kemur hann til ta niðurstøðu, at tað eru menniskju, sum eru til so nógvan bága, at best er, um onkur beinir fyri teimum. At gera tað, heldur hann, ger tað meira liviligt hjá øllum hinum.

Við hesi sannføring velur hann at gera enda á einari eldri kvinnu, sum er veðlánsveitari. Men alt gongur ikki eftir ætlan. Tað vil so illa, at Raskolnikov ger enda á bæði veðlánsveitaranum og systur hennara.

Hóast Raskolnikov roynir av øllum alvi at sannføra seg um, at tað er í lagi, sum hann hevur gjørt, so loyvir samvitskan honum tað ikki. Hann fer at halda, at øll hava illgruna til sín, gerst sjúkur og fer at skýggja fólk.

Tað endar við, at hann orkar ikki meir og fer til politiið og sigur teimum frá øllum. Hann verður dømdur átta ár í útlegd í Sibiria.

Bíbilska sjónarhornið

Harður er vegur svikaranna

Stóri lærdómurin í bókini er, at synd hevur avleiðingar. Uttan mun til, hvussu væl vit halda okkum kunna verja tað skeiva, sum vit hava gjørt, ella hvussu vit herða okkum, so oyðileggur syndarkenslan okkum.

Í bókini síggja vit hetta í tí, at Raskolnikov gerst beinleiðis sjúkur eftir ræðuligu gerð sína. Hóast vit ikki eru sek í nøkrum júst so ógvisligum, sum tí Raskolnikov hevði gjørt, so er úrslitið av synd okkara ongantíð gott.

Onkur heldur møguliga, at hjá summum rínur tað ikki við. Eg eri ikki sálarfrøðingur, men kortini eri eg sannførdur um, at flestu okkara munnu hava sannað tað, sum stendur í Orðtøkunum 13.15:

 „… harður er vegur svikaranna.“

Eg eri uppreisnin og lívið

Ein fløvandi glotti í „Brotsverk og revsing“ er frásøgnin, um tá ið Jesus reisti Lazarus upp frá deyðum. Hon er nevnd tríggjar ferðir í bókini.

Fyrstu ferð er hon knýtt at eini hending, sum fer fram, áðrenn Raskolnikov ger seg sekan í ræðuligu gerð síni. Ein maður, nevndur Porfiry Petrovich, spyr hann, um hann veruliga trýr, at Lazarus varð gjørdur livandi aftur.

Aðru ferð er, eftir at hann er komin at kenna illa fyrikomnu gentuna Sonyu. Hann sær, at hon eigur eitt Nýggja Testamenti, og fer at blaða í tí. Hann spyr hana, hvar tað stendur um Lazarus, og tá ið hann varð gjørdur livandi aftur. Hon lesur allan kapittulin fyri honum.

Triðja ferðin er, eftir at hann er komin til fangaleguna í Sibiria. Sonya hevði givið honum Nýggja Testamentið hjá sær, og nú liggur tað undir koddanum hjá honum. Hann tekur tað fram og heldur tí. Søgan sigur ikki, um hann lesur tað ella ikki.

Tú fært varhugan av, at høvundurin við søguni um uppreisn Lazarusar, vil peika lesaranum á uppreisnarvónina. Jú, lívið kann vera í sori, og alt kann síggja púra vónleyst út, men Hann, sum gav systrum Lazarusar vón, kann eisini geva okkum vón. Tað ger ongan mun, um vit eru Raskolnikov, Sonya ella Lazarus. Einki er Honum ómøguligt. Hann er jú uppreisnin og lívið (Jóh. 11.25).

Og so eru vit aftur, har sum vit byrjaðu. Størst av øllum er at kunna uppliva tað, sum Dávid syngur í Sálmi 32:

„Tá játtaði eg synd mína fyri Tær og duldi ikki skyld mína; eg segði: „Eg skal játta misgerðir mínar fyri HARRANUM!“ – Og Tú tókst burtur syndaskyld mína. – Sela.“ (Sálm 32.5).

Jógvan Júst Rasmussen