Bíbliulestrarvika

Í samband við at tað í komandi viku er Bíbliulestrarvika á skránni, fara vit á møtinum mikukvøldið 17. januar kl. 20, at hoyra John Færø og Sámal Mikkelsen tala útfrá kapittul 15:35-58 í Fyrra Korintbrævið.

Á møtinum sunnukvøldið 21. januar kl.18, talar Eyðfinn Reyðberg útfrá kapittul 16 í Fyrra Korintbrævið. Helgi Johannesen hevur ein boðskap, Betesdakórið syngur og leiðir felgassangin, og meðan talan er, hevur Elin Sørensen eina søgu fyri børnunum.

Møtini vera eisini stroymd á heimasíðuni hjá Betesda.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast