Frítíðararbeið: Hugnaløta og framsýning

Týsdagin 12. mars kl 17:15, verður hugnaløta við ábiti fyri børnunum og teirra nærmastu. Øll, sum hava luttikið í vetur, fáa eisini teirra lutir við heim tá.

Framsýning við lutunum, sum eru framleiddir í vetur, eru í flokshølunum hjá sunnudagsskúlanum, sum eru uppiá omaneftir hjá 5., 6. og 7. flokki.

Øll eru vælkomin at koma og hyggja, hvat børnini hava gjørt í vetur.