Eldrahugnið í Betesda fríggjadagin

Fríggjadagin 19. apríl verður eldrahugni í Betesda kl. 15.

Karin Jacobsen, fer at hugleiða og greiða frá um sítt lív og uppvøkstur úti í Grótinum. Myndir verða vístar. Jógvan Mortensen fer at syngja. Ein góður drekkamuður verður sum altíð.

Øll eru hjartaliga vælkomin.