Har Bíblian er bannað! – Open Doorsvitjan í Betesda mánakvøldið kl. 20:00

Á bønarmøtinum í Betesda mánakvøldið vitjar ein av drúgvu tænarunum innan felagsskapin Open Doors, har hann fer at hava eina boðskap eftir bønarløtuna.

Í hesum døgum vitjar bróðir Wybo í Føroyum, her hann vitjar ymiskar samkomur kring landið.

Hann verður bert nevndur bróðir Wybo av tí orsøk, at hann ferðast nógv í londum, har forfylgingin av kristnum er høg. Tí má eingin mynd takast undir møtinum av honum.

Millum annað kann nevnast, at Wybo hevur verið við til at veitt fleiri hundraðtúsundtals bíbliur inn í lond, har Bíblian er bannað.

Bróðir Wybo er somuleiðis høvdi aftanfyri “World Watch List”, ið er ein listi yvir tey lond, har forfylgingin mótvegis kristnum er harðast.

Høvuðsyvirskriftin fyri vitjanini er: Har Bíblian er Bannað!

Hjartaliga vælkomin í Betesda mánakvøldið kl. 20:00