Hvat lærir Bíblian um afturkomu Kristusar? Dr. Anthony George í Betesda sunnukvøldið

Komandi sunnukvøld, 10. september kl. 18, verður ein forkunnugur møguleiki at hoyra ein áhugaverdan og álvarsaman boðskap um, hvat Bíblian lærir um afturkomu Kristusar og Guds profetisku ætlan. Dr. Anthony George úr USA talar, og Sangkórið í Betesda syngur. Hjartaliga vælkomin.

Dr. Anthony George, sum er leiðandi pastor í First Baptist Church of Atlanta í statinum Georgia í USA, er í hesum døgum á stuttari vitjan her í Føroyum saman við vinfólkum sínum Judy og Óla á Grømma Jacobsen.

Óli er klaksvíkingur. Í 1965 fór hann til USA á trúboðaravenjingarskúla hjá NTM. Eftir hetta, í 1968, fóru hann og konan Judy í fulltíðartænastu hjá NTM. Fyrst á trúboðaramálskúla í 15 ár, síðan 10 ár á Filipsoyggjunum, og síðan 1993 sum partur av altjóða leiðsluni fyri NTM, har tey framvegis eru virkin.

Tey bæði vitja javnan heim til Føroya, og hesaferð hava tey bjóðað vinmanni sínum Dr. Anthony George við. Hann steðgar bert fáar dagar, og tað er í tí sambandi, at Anthony fer at tala í Betesda á møtinum nú sunnukvøldið 10. september 2023 kl. 18:00, har eisini sangkórið í Betesda fer at syngja.

Samkoman ”First Baptist Church of Atlanta”, har Anthony dagliga virkar, fevnir um fólk við uppruna úr 98 ymiskum londum og er sostatt ein tann etniskt mest fjølbroytta samkoman í USA.

Anthony George brennur fyri at undirvísa í Bíbliuni, og at seta boðskap Bíbliunnar inn í dagliga lív okkara. Serliga hevur hann granskað profetisku ætlan Guds og teknini um uppfylling av teimum profetium, sum enn ikki eru uppfylt.

Dr. Anthony George er útbúgvin á Criswell College í Dallas, Texas, og fekk sín master og doktaraheiti á Southeastern Baptist Theological Seminary i Wake Forest, North Carolina.

Hjartaliga vælkomin í Betesda sunnukvøldið kl. 18.