Kom og hoyr um endatíðina – Óli Steinberg talar mikukvøldið

Á uppbyggingarmøtinum í kvøld, mikukvøldið, kl. 20 fer Óli Steinberg at hava ein boðskap um endatíðina.

Boðskapurin fer at taka støði í Opinberingini, har høvuðsdentur verður lagdur á hesi versini:

Opinb. 4:1 Síðani fekk eg at síggja dyr vera latnar upp í Himli, og hin røddin, sum eg frammanundan hevði hoyrt tala til mín – eins og ljóð av lúðuri – segði við meg: “Kom upp higar, so skal Eg vísa tær tað, sum hereftir fer at henda!”

Opinb. 19:11 Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi.

Opinb. 19:14 Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.

Kom og hoyr hvat Skriftin sigur um tað „sum hereftir fer at henda“.

Hjartaliga vælkomin