Kvinnumøti 4. oktober kl. 20

Kvinnumøtini í Betesda byrja nú aftur. 🥳

Tað er fantastiskt at kunnu bjóða inn til hesa hugnaløtu, sum er fyri kvinnur í øllum aldri. Vit syngja, hoyra talu og njóta góða samveru, bæði í gaman og álvara.

Fríggjakvøldið 4. oktober talar Else Djurhuus.

Vit gleða okkum at síggja tykkum allar fríggjakvøldið 4. oktober kl. 20!