Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Við hesi yvirskriftini úr Hebr. 10:24-25, líta vit við stórum takksemi aftur á samfelagsstevnuna her í Klaksvík á hvítusunnu, har vit av sonnum upplivdu tað sama sum Paulus í Ápostlasøguni 28:15, at tá ið vit sóu kæru systkin okkara og merktu einleika Andans og band friðarins (Efes. 4:3) við tykkum, tá takkaðu vit Gudi og fingu mót av nýggjum – hjartaliga takk fyri!

Tað var sanniliga lívgandi at uppliva tykkum mongu úr ymsum samkomum og landspørtum kring land okkara leita sær til Klaksvíkar at hoyra prædiku orðsins og njóta samfelag teirra heilagu, ið verður so vakurt lýst í sangi nr. 665 í sangbókini:

Hvør gleði tað er at finna, tá eina ein gongur her,
ein bróður- og systurskara, sum somu leiðina fer.
Tað er sum ein svalligur drykkur ein tostleittan summardag,
sum skuggi í sólarhita ein ferðamann lívgar tað.

Ei skyldskapur er á foldum, ið hvat vit so nevna hann,
sum so bindur hjarta at hjarta, so sinnini eina kann,
sum hetta at eiga tilsamans ein Gud og ein Frelsara,
í somu trúgv vera borin og einast um náðina.

Hvat verðin eigur at bjóða tí kristna, er lítið vert.
Hann veit, hitt høga hjá monnum er Gudi ein andstygd bert,
men lat hann sleppa at savnast við teimum, ið elska Gud.
Tá sannar væl alt hans hjarta, hann eigur ein sælan lut.

Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum á so mongum økjum gjørdu tað møguligt at halda hesa samfelagsstevnu. Vit menniskju gloyma, men skriftin sigur, at Faðir okkara sær hvørja tænastu, sum gjørd verður í loynd, og so leggur Hann afturat: „Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær“ (Matt. 6:6).

Við hesum fáu orðum og myndum takka vit í samkomuni í Betesda hjartaliga tykkum mongu, sum vitjaðu møtini og heim okkara. „Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika! … har hevur HARRIN sett signingina, lív til ævigar tíðir“. (Sálmur 133)

„Gud við tykkum inntil næstu ferð“

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top