Mikukvøldið talar John í Skemmuni um evnið: „minnismáltíð Harrans“

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda í kvøld, mikukvøldið 3. apríl kl. 20, verður høvi at hoyra ein boðskap um, hvat Bíblian lærir um „minnismáltíð Harrans“.

John í Skemmuni verður við á uppbyggingarmøtinum í kvøld, har hann við støði í 1. Kor. 11,20-34 fer at tala um grundreglurnar kring „minnismáltíð Harrans“, hvat Bíblian lærir um hetta evnið, hvør kann taka lut og um, hvat álvarsemi Bíblian leggur í hesi viðurskifti.

Møtið byrjar kl. 20:00 – hjartaliga vælkomin.