Møtir á hvítusunnu

Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um leguarbeiði í Grønlandi í summar

Á møtinum í Betesda 1. hvítusunnukvøld kl. 18 luttekur Sangkórið í Betesda, og 2. hvítusunnukvøld kl. 18 kemur ein bólkur av ungum og vaksnum at greiða frá legunum við Ameralikfjørðin í Grønlandi.

Tað var í 1975, at Jonna og Hans Sivertsen, trúboðarar, byrjaðu legurnar við Ameralikfjørðin í Grønlandi, har tað framvegis í dag verða hildnar legur fyri børn og ung.

Í summar fer ein bólkur av føroyingum til Grønlands at luttaka á legunum, og 2. hvítusunnukvøld kl. 18 í Betesda verður høvi at hoyra hesi greiða frá ætlaðu ferðini og frá Grønlandi sum heild.

Elin Sørensen, sum er uppvaksin í Grønlandi, greiðir frá, hvussu tað var at koma á legu sum barn og síðan seinni at koma aftur at hjálpa til sum vaksin saman við manni og børnum.

Martin Sivertsen vísir eitt stutt videobrot, nakrar myndir og greiðir frá arbeiðnum í Grønlandi.

Ró á Lakjuni Simonsen luttekur við sangi á hesum møtinum 2. hvítusunnudag kl. 18 í Betesda.

Hjartaliga vælkomin.