Opið hús í Betesda á Summarfestivalinum

Meðan Summarfestivalurin 2024 er, verður „Opið hús í Betesda“ hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Húsið letur upp kl. 20:30 øll kvøldini.

Sangløtur

Fríggjakvøldið og Leygarkvøldið verða sangløtur í Betesda, har øll eru vælkomin.

Løtan Fríggjakvøldið byrjar kl. 23:30 og ungdómurin í Betesda skipar fyri.

Leygarkvøldið skipar Sangbólkurin Vitin fyri, tann løtan byrjar kl. 22:00.

Verið øll hjartaliga vælkomin 🙂