Høvusreingerð á Zarepta

Nú er tíðin aftur komin til at fara til Zarepta at vaska. Betesda hevur ábyrgd av dreingjadeildini.

Leygarmorgunin tann 20. apríl fara vit vestur at gera høvuðsreint. Vónandi kunnu fleiri koma, jú fleiri hendur jú betri. Vit hava fingið fólk at gera døgverða til okkum, so vónandi koma so mong, at vit eru liðug á døgverða.

Høvusreingerðingin á Zarepta er annars í døgunum frá 14.-25. apríl. Vanligar dagar er Zarepta opið frá morgunstundini.

Tey, sum hava vaska vera biðin um, at krossa av. Listi hongur í gongini.

Við tað, at fleiri samkomur vaska samstundis, kann tað vera smart, at hava dustsúgvara og moppu við, so sleppast kann undan at bíða eftir tøkum amboðum. Tað er eingin forðing, at hava børn við og tað er einki aldursmark.

Tað er okkara ynski og bøn, at systkinni fara at seta sær tíð av til hesa tænastu. Berið vinarliga boðini til tey, sum hava møguleika, at vera við. Jú fleiri hendur jú betri.

Fyri at vita hvussu nógv vit skulu gera mat til er umráðandi at boða frá luttøku, annaðhvørt á messenger ella á fartelefonini. Sigrid Sivertsen: 21 56 71 Palli Sivertsen: 21 32 42