Samfelagsstevnan í Badmintonhøllini endar 2. hvítusunnudag við felags nátturða millum møtini kl. 16 og 19

2. hvítusunnudag verða seinastu møtini, tað fyrra kl. 16, har Jógvan Mortensen o.o. syngja, og tað seinna kl. 19, har hin syngjandi evangelisturin, Svein í Prestgarði, kemur at luttaka. Ímillum møtini verður ein stórur felags nátturði fyri øll at fáa í Badmintonhøllini, so tað er bara at møta upp, bæði ung og gomul og ikki minst barnafamiljur, tí børnini hava sera góðar umstøður til spæl í KÍ-høllini, meðan tiltøkini eru í Badmintonhøllini.

Til tað seinasta møtið Hvítusunnudag var Badmintonhøllin rættiliga væl fylt til tað seinasta møtið, og vit gleða okkum at kunna bjóða øllum vælkomnum til tann seinasta dagin á samfelagsstevnuni í Klaksvík hesa hvítusunnu.

Tað serliga við hesum seinasta degnum er tann stóri felags nátturðin, har øll eru vælkomin at fáa sær ein góðan bita afturvið góðum selskapi.

Barnafamiljurnar hava góðar umstøður at koma til møtini, tí KÍ-høllin er sett av til barnaansing við fleiri spælmøguleikum og góðum plássi til rørslu. Høllin er opin og tøk at brúka, meðan øll tiltøk eru, og skipað barnaansing er í sambandi við bæði møtini 2. hvítusunndag.

Allar talur verða tulkaðar til enskt, so tað er møguligt hjá teimum, ið ikki skilja føroyskt, at koma og hoyra boðskapin. All services will be translated to english. Sigið endiliga frá hesum.

SJEY sendir beinleiðis frá báðum møtunum 2. Hvítusunnudag.

Ger tær ein túr í Klaksvíkar Badmintonhøll 2. hvítusunnudag – vit gleða okkum – hjartaliga vælkomin 🙂