Sangløta í Betesda leygarkvøldið

Kom og syng við leygarkvøldið 9. desember kl. 20 í Betesda, har vit aftaná fáa ein drekkamunn og hugnaliga samveru.

Hesaferð fara John Færø og Torkil Mørkøre saman við øðrum góðum tónleikarum at leiða felagssangin.

Bárður á Lakjuni syngur 2-3 sangir, og vit fáa eina heilsan frá Niels Paula Nónstein.

Eftir sangløtuna verður ein drekkamunnur og høvi til hugnaliga samveru í góðu umstøðunum í Betesda.

Vit vóna og gleða okkum at síggja mong leygarkvøldið – hjartaliga vælkomin 🙂