Skráin í Betesda um jólini og nýggjárið

Skráin í Betesda um jólini og nýggjárið

Nú vit nærkast jólum, eru onkur tiltøk farin í jólafrí, meðan onnur serlig tiltøk verða fyriskipað. Her er eitt yvirlit yvir møti og tiltøk annars í Betesda hesar komandi dagarnar.

Samkoman í Betesda ynskir øllum fólki okkara, á landi og sjógvi, eini gleðilig og friðsæl jól og eitt av HARRANUM signað nýggjár.

Tollaksmessudag 23. desember 2023

KL. 17:00 og út á kvøldið er JÓLA-PJÚS hjá teimum ungu – nógv ymisk tiltøk

Jólaaftan 24. des. 2023

KL. 11:00 BREYÐBRÓTING

KL. 16:00 JÓLALØTA – Umframt felagssang, solosang og tónleik hoyra vit jólaevangeliið lisið. Klara Jacobsen sigur eina søgu, og Olgar Fuglø hevur eitt orð. Løtan endar umleið kl. 17:00.

1. jóladag 25. des. 2023

KL. 18:00 EVANGELISKT MØTI 

2. jóladag 26. des. 2023

KL. 18:00 EVANGELISKT MØTI

Hósdagin 28. des. 2023

KL. 20:00 UNGDÓMSMØTI

Leygardagin 30. des. 2023

NÝGGJÁRSVEITSLUR FYRI BØRN

Kl. 11:00 Veitsla fyri børn 0-3 ár.

Kl. 15:00 Veitsla fyri børn, 4 ár og til og við 1. skúlaflokk.

Kl. 19:00 Veitsla fyri tey í 2. flokki og eldri.

Nýggjársaftan 31. des. 2023

KL. 11:00 BREYÐBRÓTING

KL. 16:00 Ein løta við hugna og álvara – Løtan er ætla bæði yngri sum eldri. Kl. 16 hugnaløta í forhøllini, drekkamuður + „Kafé-bólkurin”. Kl. 16:45 „Tey ungu“ spæla og syngja lættari løg inni í salinum. Kl. 17 Felagssangur, stutt orð Kristian Hansen, ein stutt bønarløta og 17 Sangarar syngja. GOTT NÝGGJÁR!

Nýggjársdag 1. jan. 2024

KL. 18:00 EVANGELISKT MØTI