Tag Archive for: Sálmur

Sálmur 1, 1-2

Fyrstu ørindi av øllum teim mongu ørindum í sálmunum havi eg mangan grundað yvir. Hesi eru ikki bara orð, sum hanga í leysari luft. Men kunnu til eina og hvørja tíð takast og brúkast til gudsmenniskjað.

„Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita, men hevur gleði sína í lóg Harrans og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!“

Eins og á døgum sálmistsins, so í dag eru tey so viðkomandi, sum nakað. Tí Orð Guds er livandi og gevur okkum lív, vísdóm og kraft til hvørja tíð og hvørja avbjóðing í lívinum.

Onkur hevur sagt, at vit drukna í informatión fyri tíðina, men vit hungra eftir vísdómi. Sera beinrakið. Hvat nyttar øll informatión, um vit ikki duga at brúka hana í okkara dagliga lívi?

Men hvat sigur sálmisturin okkum í hesum broti? Sælur merkir við øðrum orðum eydnuríkur. Men merkir tað, at vit gerast eydnusom, um vit ikki sita har spottara sita, ella ganga á vegi syndara ella í ráði hina gudleysu? Jú, á ein hátt. Men tað meinast ikki við, at vit ikki skulu vera saman við gudleysum og spottarum. Tað merkir, at vit ikki skulu taka undir við spottinum, at vit ikki skulu ganga somu gøtu sum syndarar og gudleys. Men vit hava okkara egna pláss í lívinum og samfelagnum. Vit hava okkara egnu rødd og okkara vitnisburð í hesum heimi til hesa tíðina.

Vit hava eina aðra rødd og ein annan vitnisburð enn heimurin. Vit hava ein annan hugsunnarhátt enn andin í hesum heimi. Okkara hugsunarháttur eigur ikki at samsvara hugsunnarháttinum hjá hesum heimi.

Tað er ein avbjóðing at liva í dag. Tað er ein avbjóðing at liva sum eitt gudsbarn í hesi tíð. At vita, hvat er rætt ella skeivt eftir Guds Orði er ein stór avbjóðing.

At liva sum eitt gudsbarn hevur ikki ein facitlista. Men harafturímóti hava vit Andan og Orð Guds. Einasta loysn er at kenna Guds Orð. Ikki bara vita, hvat stendur har. Ikki bara taka Orð Guds sum ein informatión um Gud. Men sum ørindi 2 sigur, so at grunda á Lóg Guds bæði dag og nátt. Jesus sigur, at Hann er hitt livandi breyði. Hann er eisini Orðið. Orðið kom í heimin, tá Jesus kom í heimin. Jesus og Orðið kunnu ikki skiljast at. Eins og Gud er kærleiki, ikki bara hevur kærleika, men ER kærleiki, so ER Hann eisini Orðið. Vit skulu inntaka Hann, sum vit inntaka okkara dagliga breyð. Orðið er føði okkara. Orðið skal tyggjast og grundast á, so Orðið ger sítt arbeiði í okkum bæði dag og nátt.

Hetta hendir ikki frá einum degi til næsta. Hetta er eitt arbeiði, vit eiga at stremba og tráa eftir. Vit eiga at vera svong dagliga eftir Hansara Orði.

Tá vit í fyrstu atløgu lesa Guds Orð, so er tað bert vitan fyri okkum. Lesa vit tað aftur og aftur og gera tað til ein rættisnór í lívinum, so grunda vit á tað bæði dag og nátt, og tað broytir okkara tankar. Broytir tað okkara tankar, so broytir tað okkara gerðir. Broytir tað okkara gerðir, so broytir tað okkara vanar. Broytir tað okkara vanar, broytir tað okkara lagnu. Og heimurin fer at síggja vitnisburðin um ljósið. Vit gerast eydnurík.

Eru gudsbørn altíð eydnusom? Og hvat merkir tað at vera eydnusamur? Øll stremba eftir eydnu í lívinum. Tað er ymiskt, hvat menniskju halda fer at geva teimum gleði og eydnu. Tað kann vera jørðisk virðir, gott umdømi, góðir vinir, gott arbeiði, familjulívið vm. Men sonn eydna er at kenna og grunda Guds Orð og lata tað mynda okkum. Hví er tað so? Er Bíblian ikki bara ein gomul ótíðarhóskandi bók um gamlar søgur? Hon er okkara grundarlag. Tá vit byggja á hana, byggja vit á klett. Tá vit byggja á broytandi tíðarrák í hesum heimi, byggja vit á sand, sum ikki heldur okkum, tá ódnarveðrið kemur. Sum sagt, so er hon livandi og gevur íblástur til lívið. Sonn eydna er at vera frælsur. Ikki at vera bundin at hesum heimi. Ikki vera bundin at fylgja hesum tíðarandanum. At vita, at her hoyri eg ikki heima, men nakað betri bíðar mær. Og har sum Orðið og Andin eru til staðar í lívinum, har er veruligt frælsi. Orð Guds setur menniskju í frælsi. Frælsi frá trældómi syndara.

Tí gerast vit eydnusom, ella sæl: tá vit kenna Hann og Hansara Orð, og tá vit hava latið Orðið broytt okkum innanífrá og út. Frá tanka til lagnu.

Skrivað hevur Maria Mørkøre.