„Tykkum er í dag ein frelsari føddur“ – jólasangløta við Betesdakórinum

Sunnukvøldið 17. desember kl. 18 verður ein jólasangløta saman við Betesdakórinum í Betesda. Kórsangur, felagssangur og ein boðskapur verða á skránni.

Kaffi verður eftir løtuna. Hjartaliga vælkomin ❤️