Poul og Carol Joensen verða við á møtinum mikukvøldið 9. nov

Eisini verður kunning um NTM-bíbliuskúlan North Coates

Poul og Carol Joensen, ið arbeiða sum trúboðarar millum sorimi-fólkið í Papua Ný Guinea, verða við á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20:00, har tey m.a. fara at vísa myndir og greiða frá arbeiði teirra fyri HARRAN.

Tey byrjaðu at virka í Papua Ný Guinea í 1997 við at læra mál og mentan teirra. Í 2006 varð tann fyrsta samkoman sett á stovn, og tey hoyrdu fyrstu ferð um evangeliið. Í dag eru tríggjar samkomur millum fólkið.

Poul og Carol hava tríggjar synir: Adrian, Jónatan og Ísak. Tey eru í dag búsitandi í Grimsby í Onglandi á skúlanum hjá New Tribes Mission, har tey starvast.

Høvuðsleikluturin hjá Poul í arbeiðinum er at umseta nýggja testamentið til móðurmálið hjá sorimi-fólkinum. Hann ferðast til Papua Ný Guinea eina til tvær ferðir um árið, har hann arbeiðir við at umseta, og har hann samstundis undirvísir og hjálpir til í samkomuni.

Poul er ættaður úr Klaksvík. Hann er sonur Merry og Eyðálv Joensen.

Carol er ættað úr Bretlandi. Hon er dóttir Colin og Brendu Lamb, ið eisini virkaðu sum trúboðarar í Papua Ný Guinea.

Á møtinum mikukvøldið kl. 20:00 fara Poul og Carol at vísa myndir og greiða frá arbeiði teirra fyri HARRAN millum sorimi-fólkið, og aftan á møtið verður ein drekkamunnur, har høvi verður at heilsa upp á tey.

Tey fara av landinum aftur longu hósdagin.

Á møtinum verður eisini kunnað eitt sindur um bíbliuskúlan North Coates hjá NTM í Grimsby, Onglandi, har Poul og Carol arbeiða. Poul fer at greiða frá einum einum spennandi tiltaki fyri ung, har vit sum samkoma ynskja at eggja ungum at luttaka. So tað hevði verið super at sæð fleiri ungfólk mikukvøldið 🙂

Tað hevði eisini verið ein uppmuntring til tey bæði at sæð mong til hetta møtið mikukvøldið kl. 20:00 – HJARTALIGA VÆLKOMIN 🙂