Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan
Vit fara í trimum greinum at tosa um gleði. Bíbilska gleði, gleði, sum er varandi, gleði, sum er beinleiðis tongd at Kristusi.
Í hesi greinini fara vit at hyggja at nøkrum brotum, sum tosa um gleði, tá ið tú ikki kennir teg glaðan.
Inngangur
Vit eru øll ymisk av lyndi. Summi eru av natúr glaðari enn onnur. Vit mugu ikki blanda hetta saman við tað, sum vit fara at tosa um her. Helt tað kundi verið gott at endurgeva tað, sum ein Harrans tænari hevur sagt um gleði. Grundin, at eg endurgevi hann, er, at hetta var ein maður, sum var følin av lyndi og stríddist nógv við tunglyndi. Hann skrivaði hetta í einari av sínum tungu løtum:
Eitt syrgið og hugtungt lyndi ávirkar sálina. Tú orkar ikki tað, sum er torført og troyttandi, og hevur tí hug at taka frástøðu frá øðrum trúgvandi, serliga teimum, sum lýsa av gleði. Og tó, Heilagi Andin er ikki avmarkaður av, hvussu vit eru samansett. Nei, uttan mun til hvussu og hvat, so kunnu vit ikki annað enn gleðast, tá ið Heilagi Andin opinberar okkum Kristus (Jóh. 16.14).
Gleði og fjallaprædikan
Tað eru tvær útgávur av fjallaprædikuni, ein í Matteusi (5.1-7.29) og ein í Lukasi (6.20-49). Báðar byrja við orðinum sæla.
„Sæl eru hini fátæku í anda; …“ Matteus 5.3
„Sæl eru tit fátæku; …“ Lukas 6.20
Orðið „sæla“ merkir eydna, lukka, hepni, gleði. Vit kunnu umseta versini: „Glað eru …“
Leggið til merkis, hvørji, Jesus sigur, eru tey glaðu. Tað eru tey fátæku, svangu og grátandi.
Gleði og Jóhannesar evangelii
„Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu gráta og vena tykkum, men heimurin skal gleðast; tit skulu hava sorg, men sorg tykkara skal vendast í gleði.
Táið kvinnan eigur, hevur hon sorg, tí tími hennara er komin; men táið hon hevur átt barnið, minnist hon ikki longur angist sína av gleði um, at menniskja er borið í heim.
Soleiðis hava eisini tit nú sorg, men Eg skal síggja tykkum aftur, og hjarta tykkara skal gleðast, og eingin tekur gleði tykkara frá tykkum.“ Jóhannes 16.20-22
Harrin sigur ikki, at sorgin skal býtast um við gleði. Hann sigur, at hon skal vendast í gleði. Hann sigur, at tað er, sum tá ið kvinna hevur verkir. Sama barnið, sum veitir henni sorg, meðan hon hevur verkirnar, veitir henni gleði, tá ið tað er komið í verðina. Tað, sum gav einum sorg, gevur einum nú gleði.
Gleði og Rómbrævið
„Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol, tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –“ Rómbrævið 5.3-4
At „rósa okkum“ kann eisini umsetast „at gleðast“. Vit gleðast um trongdirnar, tí vit vita, hvat tær virka í lívi okkara.
Gleði og Seinna Korintbræv
Í Seinna Korintbrævi lesa vit nógv um royndir og líðingar. Latið okkum hyggja at fyrstu versunum í áttanda kapitli:
„Vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guds, sum givin er í samkomunum í Makedonia, at hóast tey vóru hart roynd í trongd, hevur tó yvirstreymandi gleði teirra verið so í yvirflóð mitt í djúpa fátækdómi teirra, at tey góvu, ríkliga og gávumilt.“ Seinna Korintbræv 8.1-2
Tað er dýrabært: Hart roynd í trongd og yvirstreymandi gleði. Alt í sama viðfangi. Tað er bíbilsk gleði.
Gleði og Kolossebrævið
„Nú gleðist eg í líðingum mínum fyri tykkum; og tað, sum enn vantar á í kristslíðingunum, sum eg í holdi mínum má tola, uppfylli eg nú fyri likam Hansara, samkomuna;“ Kolossebrævið 1.24
Leggið til merkis, at hann gleddist í líðingum sínum. Hann gjørdi tað, tí hann visti, hvønn hetta var fyri.
Gleði og Fyrra Tessalonikabræv
„Og tit gjørdust eftirfylgjarar okkara – ja, eftirfylgjarar Harrans, táið tit, mitt í stórari trongd, tóku móti orðinum við gleði í Heilaga Andanum,“ Fyrra Tessalonikabræv 1.6
Trongd og gleði hvørt um annað. Heilagi Andin ger tað møguligt.
Gleði í nøkrum skriftbrotum afturat
„… Jesus, … sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna …“ Hebrearabrævið 12.2
„Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar.“ Hebrearabrævið 12.11
„Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar!“ Bræv Jákups 1.2
„Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð – táið so skal vera – hava sorg í alskyns royndum,“ Fyrra bræv Pæturs 1.6
„Nei, tess meiri lut tit hava í líðingum Kristusar, tess meiri skulu tit gleða tykkum – so tit eisini kunnu gleðast og fegnast í opinbering dýrdar Hansara.“ Fyrra bræv Pæturs 4.13







