Á bíbliuskúla
Á sumri í 1976 – fyri 50 árum síðan – fór eg á bíbliuskúla. Fór til Amerika. Skúlin lá í statinum Michigan og hoyrdi til trúboðanarfelagskapin NTM (New Tribes Mission).
Tað málsliga
Eg helt meg duga enskt, tá ið eg fór; men skjótt mátti eg sanna, at har fór eg skeivur. Tíbetur tók tað ikki so leingi at læra – so nøkulunda. Tað hevur verið sagt, at enskt er tað lættasta málið í verðini at duga illa.
Tá í tíðini var tað var bara tikið fyri givið, at fórt tú á skúla uttanlanda, so fór tað at verða málsliga torført – í hvussu so er at byrja við. Og tað var ikki bara galdandi fyri tey, sum fóru til enskmælt lond. Tey, sum fóru til Danmarkar, upplivdu tað sama í eitt ávíst mál. Tók eina løtu at venja seg til málið.
Eitt, sum eg helt vera áhugavert á skúlanum, var, at sjálvt um tað kundi vera strævið ikki at duga enskt, so hevði føroyingurin tann fyrimunin, at hann var væl lærdur í Skriftini, áðrenn hann kom. Tað er eingin sjálvfylgja. Har vóru mong á skúlanum, sum einki bíbilskt bakstøði høvdu. Eg haldi, at tey høvdu tað strævnari enn føroyingurin, sum ikki dugdi enskt.
Denturin
Skuldi eg nevnt okkurt, sum NTM-skúlarnir leggja stóran dent á, so er tað á týdningin at halda seg til Skriftina – og ikki lata seg stýra av tí, sum er uppi at venda – á týdningin av trúboðan og á týdningin at skilja evangeliið. Tað, sum eg haldi vera so ríkt við hasum, er, at hatta var denturin fyri 50 árum síðan og er tað enn í dag.
Viðvíkjandi dentinum á at halda seg til Skriftina og ikki til tíðarrákið, so er tað ein kumpass, sum hevur verið til stóra hjálp á leiðini.
Viðvíkjandi dentinum á trúboðan, so er tað ikki løgið, at stórur dentur verður lagdur á tað. Bíbliuskúlin er jú fyrsta stigið í útbúgvingini hjá teimum, sum ætla sær út við NTM. Hetta merkir sjálvandi ikki, at øll, sum fara á skúlan, eiga at fara út sum trúboðarar. Sjálvandi ikki. Men tá ið tað er sagt, so hevði tað verið gott um fleiri fóru.
Viðvíkjandi dentinum á evangeliið, so haldi eg, at bara tað at skilja týdningin av tí ger tað vert at fara á bíbliuskúla hjá NTM.
At skilja týdningin av evangeliinum merkir millum annað at skilja týdningin av frælsinum, sum er okkara í Kristusi. Tey eru mong, sum hava sagt frá, hvussu tað, sum tey lærdu á skúlanum, hjálpti teimum burtur úr lógartrældómi.
Tað er tó løgið, at hóast stórur dentur varð lagdur á frælsi okkara í Kristusi, so havi eg aldri í lívinum upplivað so nógvar reglur og fyriskipanir, sum eg gjørdi á bíbliuskúlanum. Har vóru reglur um alt millum himmal og jørð: um klæðir, hár, tónleik, nær tú skuldi til songar, nær tú skuldi upp, nær tú skuldi hava andakt, nær tú skuldi gera skúlating. Óendaligt.
Tíbetur er alt hatta langt síðan broytt. Allar hasar fyriskipanirnar eru ikki til longur. Eg segði „tíbetur“, og eg meini „tíbetur“ – men so má eg tó leggja afturat – og nú ljóðar tað, sum eg mótsigi mær sjálvum – persónliga gjørdi tað mær gott at læra at vera undir øllum hasum reglunum. At skilja frælsi, men ikki lýdni, roynist ofta illa.
Skriftin
Øll evnini á skúlanum vóru beinleiðis knýtt at Bíbliuni. Tú vart har fyri at granska Skriftina, einki annað.
Skúlaskeiðið var bara hálvtannað ár. Skeiðið í Onglandi er eitt ár. Tað er í so stutt tíð til at fara ígjøgnum alla Bíbliuna, Bíblian er jú ein stór bók. Og tó, mær – og mongum øðrum við mær – var longdin á skeiðinum júst passalig. Lunnar vóru lagdir, og tú fekst brell eftir at læra meir. Og hatta brellið gevur tær meir enn mong ár á skúlabeinki.
Og ikki at gloyma, at hvønn skúladag skuldu vit læra okkum eitt bíbliuvers. Bara tað í sær sjálvum var eitt stórt pluss.
Lærararnir
Skeivt er at gera mun á lærarunum. Teir vóru allir góðir hvør á sín hátt. Fari tó at nevna ein, Vern Bartlett, ella, sum vit kallaðu hann, Mr. Bartlett. Eg nevni hann Vern, tá ið eg sipi til hann sum persón, men Mr. Bartlett, tá ið eg sipi til hann í sambandi við tænastu hansara.
Tað var nakað strangt við honum. Hann hevði ein slíkan stillan myndugleika yvir sær, at nógvir næmingar hálvgum ræddust hann. Og kortini dámdi okkum øllum hann sera væl.
Hann og kona hansara, Joyce, høvdu verið trúboðarar í Brasil, áðrenn tey komu á skúlan. Tey høvdu virkað langt inni í Amazonas frumskóginum. Arbeiðið hjá Mr. Bartlett hevði verið at roynt at fingið samband við indiánar. Hetta var í 1950unum, um somu tíð, sum Auca trúboðararnir í Ekvador vórðu dripnir.
Mr. Bartlett tosaði ikki ofta um arbeiðið í Brasil, tað var Orðið, hann legði dentin á. Vit hoyrdu tó frá øðrum, at arbeiði teirra í Amazonas frumskóginum var sera vandamikið, og at hann kundi havt verið dripin fleiri ferðir.
Bartlett hjúnini arbeiddu á NTM bíbliuskúlum í USA í mong ár, men fluttu so í 1979 til Onglands, har tey vóru við til at byrja bíbliuskúlan hjá NTM fyri evropearar.
Fleiri føroyingar hava havt Mr. Bartlett sum lærara, bæði í USA og í Onglandi. Hann vitjaði eisini í Føroyum, meðan hann var í Onglandi.
Vern og Joyce náddu bæði høgan aldur, áðrenn Harrin tók tey heim til Sín. Vern andaðist 95 ára gamal í 2021, og Joyce andaðist 96 ára gomul 23. juni í ár.
Skuldi eg nýtt eitt orð, sum lýsti Mr. Bartlett, so er tað orðið agi (disciplin), týdningurin at vera væl skipaður og ordiligur. Ein floksfelagi segði mær – hetta var eini fjøruti ár aftan á, at vit vóru á bíbliuskúla – at hann og konan høvdu verið og vitjað harra og frú Bartlett. Tey bæði vóru tá farin væl um tey hálvfems árini. Meðan tey práta, sigur Mr. Bartlett: „Mann má vera ansin, tá ið mann gerst gamal. Tað er so skjótt, at „disciplinin“ fer.“ Hatta var Mr. Barlett út í odd og egg.
Eftirmeting
Var tað vert at fara á bíbliuskúla? Stutta svarið er, ja, heilt vist. Eg fari tó at leggja afturat, at skalt tú veruliga njóta ágóðan av at hava verið á bíbliuskúla, mást tú seta tær fyri áhaldandi at byggja upp á tað, sum tú hevur lært.
„Tí Ezra hevði vent hjarta sínum til at granska í lóg HARRANS og gera eftir henni og til at læra onnur í Ísrael lóg og rætt.“ Ezra 7.10







