Samvera og sangur

– Samkomudagur 9. desember

Leygardagin 9. desember er aftur ætlanin at hava ein samkomudag fyri samkomuna í Betesda. Ætlanin er, at dagurin er býttur sundur í tveir partar. Fyrst savnast vit heima hjá hvør øðrum, har vit bjóða hvørjum øðrum til eina máltíð um 18-tíðina. Kl. 20 savnast vit í Betesda til eina góða sangløtu, har ein góður drekkamunnur verður at fáa aftaná.

Til máltíðuna, er neyðugt við tilmelding. Tú kanst avgera, um tú vilt verða gestur ella vertur. Um tú meldar teg/tykkum til sum gest, er neyðugt at upplýsa tal á, hvussu nógv tit eru. Sum vertur er møguligt at seta tal á, hvussu nógvum gestum ein ynskir at bjóða. Seinni fáa bæði gestur og vertur boð um, hvar teir skulu eta og hvør kemur.

Tað er møguligt at melda seg til, sum gest ella vert, antin ígjøgnum heimasíðuna her ella á einum tilmeldingarlepa, sum liggur í gongini í Betesda. Seinasta freist at melda til máltíðuna er 30. november. Øll eru vælkomin á sangløtu uttan tilmelding.

Við vón um góða undirtøku, har fólk í øllum aldri fáa ein góðan og gevandi dag saman.

Tilmelding til samkomudagin 9. desember