Kristus í storminum á Galileavatni – so sum Rembrandt málaði tað

„Sama dagin, táið kvøldið var komið, segði Hann við teir: „Latið okkum fara yvirum!“ So lótu teir fólkið fara og tóku Hann við, sum Hann sat í bátinum; eisini aðrir bátar fylgdust við Honum. Tá kom harður stormur, og sjógvarnir brutu inn í bátin, so hann var um at fyllast. Men sjálvur lá Hann og svav í bakskutinum á kodda. Teir vaktu Hann tá og søgdu við Hann: „Meistari, leggur Tú einki í, at vit ganga burtur?“ Tá reistist Hann og hótti at vindinum og segði við vatnið: „Tig, ver stilt!“ Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð. So segði Hann við teir: „Hví eru tit so ræddir? Hví hava tit ikki trúgv?“ Teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at bæði vindur og vatn eru Honum lýðin?““ Markus 4.35-41
Ódnarveður og harður stormur. Báturin er um at ganga burtur. Vit kenna okkum aftur.
Evangeliini siga frá tveimum hendingum, har Jesus stillaði stormin. Tann fyrra er nevnd omanfyri. Vit lesa um hana í Matteusi, Markusi og Lukasi. Hin er, tá ið Jesus kom gangandi á vatninum. Hana lesa vit um í Matteusi, Markusi og Jóhannesi.
Rembrandt
Í seinastu grein umrøddu vit eina mynd hjá væl kenda hálendska listamanninum Rembrandt Harmenszoon van Rijn (1606-1669). Evnið var burtvilsti sonurin. Nú evnið er Jesus og stormurin á Galileavatni, nýta vit aftur eina mynd hjá Rembrandt. Tað vit vita, er hetta einasti málningurin hjá Rembrandt, sum hevur við skip og sjógv at gera.
Hóast Rembrandt ikki livdi eitt gudsóttandi lív, so dugdi hann sum fáur at lýsa bíbilskar hendingar, og tað kemur eisini til kennar í hesum málninginum. Væl kendi hálendski listamálarin Van Gogh (1853-1890) segði um málningarnar hjá Rembrand, at teir fáa okkum at merkja tað, ið einki mál kann siga.
Nógvir stórbærir og vakrir málningar eru av skipum og ódnarveðri; men tað serstaka við málningi Rembrandts er, at hann lýsir stormin, bátin, menninar og kenslurnar alt í einum. Onkur roynir at bjarga farinum, onkur bønar Jesus um hjálp, onkur spýr. Tú merkir róp teirra: „Meistari, leggur Tú einki í, at vit ganga burtur?“
Myrkur og ljós
Hjá Markusi stendur, at kvøldið var komið; men á myndini er enn ljóst. Grikska orðið, sum er umsett „kvøld“, fevnir um tímarnar áðrenn og aftan á sólsetur. Vit høvdu kanska sagt, at tað var farið at skýma.
Rembrandt málar djúpar skuggar, myrkt ódnarveður, hóttandi skýggj, ræðandi aldur og aftan fyri tað ein kláran himmal. Hatta er trúarlívið.
Leggið eisini til merkis, hvussu ljósið á vinstru síðu av málninginum vísir lærisveinarnar, sum royna at gera nakað, meðan Jesus og teir rundan um Hann eru á skuggasíðuni. Tað er, sum um Rembrandt kastar ljósið á teir, sum royna at gera nakað, samstundis sum hann vísir okkum, at tað var tað, sum hendi í skuggunum rundan um Jesus, ið taldi.
Fjúrtan menn
Kannar tú eftir, sært tú, at fjúrtan menn eru í bátinum: Jesus, teir tólv lærisveinarnir og ein afturat. Tann fjúrtandi er Rembrandt sjálvur. Hann hevur málað seg inn í myndina. Hetta er ikki eindømi. Hann málaði seg ofta inn í sínar myndir. Á myndini er hann maðurin longst til vinstru afturi í skutinum. Tað er hann, sum hyggur beint ímóti okkum. Við høgru hond heldur hann fast um eitt mastrartog, við vinstru heldur hann um húgvuna, so hann ikki missir hana. Hann er mittasti maður í bátinum, seks lærisveinar eru vinstrumegin og seks høgrumegin. Jesus er eisini høgrumegin.
Hyggur tú nærri at myndini, sært tú, at Rembrandt hevur skrivað sítt egna navn á róðrið. Tað, sum hendir her, er persónligt.
Og tað er tað eisini fyri okkum. Jú, vit vita kanska ikki nógv um sjólívið, men vit kenna okkum aftur í tí, sum menninir uppliva.
„Tig, ver stilt!“
Á myndini hevur Jesus ikki enn reist seg og hótt at vindinum, og kortini er longu farið at klára í. Og soleiðis er Harri okkara. Hann svarar okkum, longu áðrenn vit biðja Hann.
Men ofta eina á ódnarnátt
eg tráandi mundi hyggja,
tá villu sjógvarnir ýldu hátt,
og eingin viti sást skyggja.
Henry A. Tandberg (Nr. 1266 í NSGF)
Victor Danielsen týddi







