Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað
„Men sonurin segði við hann: „Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.“ Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar! Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað! Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.“ Lukas 15.21-24
„men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.“ Lukas 15.32

Hugleiðingar okkara hesa ferð verða knýttar at málningi hjá listamálaranum Rembrandt um sama evni.
Rembrandt
Rembrandt (1606-1669) var hálendskur málari og grafikari, føddur í býnum Leiden, men búði stóran part av lívinum í Amsterdam. Fulla navn hansara var Rembrandt Harmenszoon van Rijn.
Hann var protestantur, men tað var ikki júst tað, sum eyðkendi hann. Hann livdi eitt lív í marglæti og var ofta ljótur móti øðrum. Í mong ár neyt hann alt, sum lívið hevði at bjóða, var víðagitin listamaður, ríkur og virdur. Men sum við burtvilsta soninum vardi „stuttleikin“ bara eina tíð, so misti hann alt, bæði ríkidømið, umdømið og ikki minst familjuna. Konan og fleiri av børnunum doyðu frá honum.
Rembrandt málaði málningin „Heimkoman hjá burtvilsta soninum“ móti endanum av lívi sínum, møguliga stutt áðrenn hann doyði. Hann var tá bæði fátækur og einsamallur. Hildið verður, at málningurin er ein persónslýsing av hansara egnu søgu.
Málningurin
Høvuðspersónarnir í málninginum eru faðirin og synirnir báðir, hin eldri og hin yngri. Aðrir persónar eru á myndini, men teir eru meir og minni í baksýni.
Rembrandt loyvdi sær listarligt frælsi, tá ið hann málaði málningin. Á myndini stendur eldri sonurin og hyggur at, meðan pápin hálsfevnir yngra sonin. Í líknilsinum var hann enn úti á markini, tá ið tað hendi. Á myndini eru teir innandura. Í líknilsinum møtir faðirin báðum synunum, áðrenn teir komu inn. Hann kom rennandi móti yngra soninum og fór út og bønaði eldra sonin at koma inn. Rembrandt hevur helst loyvt sær hetta listarliga frælsið fyri betur at kunna lýsa sambandið millum teir tríggjar.
Myndirnar hjá Rembrandt eru kendar fyri mótsetningin millum ljós og myrkur. Faðirin og yngri sonurin eru mitt í ljósinum, meðan eldri sonurin er í útjaðaranum. Tað er ikki uttan orsøk.
Faðirin
Gamla sorgblíða andlitið lýsir av gleði. Burtvilsti sonurin er heimafturkomin. Reyða kápan lýsir ríkidømi og myndugleika. Tað er, sum pápin – við øllum, ið kápan umboðar – vil goyma sonin undir kappanum, tætt at brósti sínum.
Og so er tað hendurnar. Hyggur tú nærri, sært tú, at tær eru ikki eins. Vinstra hond er stór og sterk, meðan høgra er fín og følin. Hildið verður, at hetta er við vilja. Rembrandt vil lýsa fyri okkum bæði styrki og kærleika faðirsins. Leggið eisini til merkis, hvussu hendurnar eru miðdepilin í ljósinum. Tær vísa, hvussu faðirin í kærleika og styrki tekur sonin til sín.
Aftur til gamla, sorgblíða andlitið. Faðirin tekur burtvilsta sonin aftur; men báðir synirnir hava volt honum sorg. Tann yngri við ringa lívi sínum, tann eldri við hástóra og kalda atburði sínum. Jú, teir hava báðir sært faðirin, hvør á sín hátt; men kærleikin til báðar er hin sami.

Yngri sonurin
Yngri sonurin sær ræðuligur út. Allur glansur er horvin, og hárið er rakað, eins og var hann fangi ella trælur. Øll tign og alt sjálvsálit er farið, spilt burtur í ósømiligum levnaði. Einaferð var hann ílatin sum pápin og beiggin, men nú eru klæðini berir spjarrar. Og skógvarnir eru slitnir og ónýtiligir.
Men hann er heimafturkomin og hvílir nú í favni faðirsins.
Sum nevnt verður hildið, at málningurin er ein persónslýsing av hansara egnu søgu.
Eini 30 ár, áðrenn hann málaði henda málningin, málaði hann ein málning, ið m.a. verður nevndur „Burtvilsti sonurin á vertshúsi“. Persónarnir á myndini eru Rembrandt og kona hansara Saskia. Hetta var, tá ið lívið var marglæti og undanvindur. Á myndini líkist hann als ikki persónslýsingini á myndini „Heimkoman hjá burtvilsta soninum“; men í veruleikanum er standurin verri. Hann er enn í landinum langt burtur.
Eldri sonurin
Eldri sonurin er ílatin kápu líkari henni hjá pápanum. Har er tign og ríkidømi, men alt er samantvinnað við kulda og dømandi fráveru. Heldur enn at gleðast tekur hann frástøðu, og heldur enn at fevna eygleiðir hann. Hann er „ov hástórur“ til at gera sum pápin.
Vit hava nevnt, at Rembrandt møguliga lýsti seg sjálvan í yngra beiggjanum, og møguliga lýsir hann seg eisini í eldra beiggjanum. Báðir høvdu jú verið júst líka sjálvvissir og kaldir. Honum tørvaði minst líka nógv fyrigeving, tá ið hann líktist eldra soninum, sum hann gjørdi nú, hann líktist yngra soninum.
Hini á myndini
Onkur hevur hildið, at kvinnan aftan fyri pápan er mamman. Møguliga. Men eg fái meg illa at trúgva, at nøkur mamma hevði bara staðið og eygleitt, tá ið sonur hennara kom heim aftur.
Vit vita ikki, um hesi fólkini er glað ella ikki; vit vita bara, at tey eru eygleiðarar og tí ikki partur av tí, sum hendir.
Og so er spurningurin til okkara. Hvar á myndini eru vit?







