Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Stolni málningurin

27/11/2026

„Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; …“ (Jóh. 10.10)

„Gleðist við mær! Eg havi funnið seyð mín, sum eg hevði mist!“ Lukas 15.6

„Gleðist við mær! Eg havi funnið drakmuna, ið eg hevði mist.“ Lukas 15.9

„Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.“ Lukas 19.10

Í seinastu greinini hugleiddu vit um málningin hjá Rembrandt „Kristus í storminum“. Í 1898 varð málningurin seldur til amerikansku ríkkvinnuna Isabellu Stewart Gardner, og hann hekk í kenda listasavni hennara í nærum hundrað ár. Men so komu brotsmenn og oyðiløgdu alt.

Tað var 18. mars 1990. Teir brutu inn og stjólu 13 listaverk, har í millum „Kristus í storminum“. Virðið av hesum 13 listaverkunum er mett til umleið 600 milliónir US dollarar. Einki av tí stolna er enn komið afturíaftur.

Brotsmennir vistu, hvat teir gjørdu, sjálvandi, annars høvdu teir ikki verið førir fyri at gjørt tað. Men líka so eyðsæð, sum tað var, at teir dugdu at bróta inn, líka so eyðsæð var tað, at teir vistu lítið og einki um list – og ikki um at tala manglandi virðingina, teir vístu listini.

Tá ið fólk kom á listasavnið eftir innbrotið, lógu virðismikil verk slødd her og har, onkur teirra illa viðfarin. Myndin hjá Rembrandt fekk ringa viðferð. Hon var stór, um hálvan annan metur høg. Ránsmenninir munnu ikki hava hættað sær at farið avstað við málningi í so stórari rammu og skóru tí myndina út úr rammuni. Myndin omanfyri er av rammuni, so sum hon hongur á listasavninum. Síðstu nærum 40 árini hevur tað verið uttan nakran málning.

Tey, sum hava skil fyri slíkum, siga, at tað er eyðsæð, at ránsmenninir ikki hava skilt, hvussu torført tað er at sleppa av við kend listaverk. Eingin torir at keypa tey.

Hvat er so hent listaverkunum? Tey siga, at tað er ikki óhugsandi, at tey eru blakað burtur ella eru so illa farin, at tey ikki longur hava virðið, sum tey einaferð høvdu.

 – Eitt dømi fyri at lýsa, hvussu syndarliga illa slík list kann fara: Ein ungur fraklendingur hevði sum frítíðarítriv at stjala dýrar málningar og so goyma teir heima hjá sær sjálvum.

Ein dagin fekk mamma hansara frænir av, at politiið fór at koma. Hon bar skjótt at og brendi allar málningarnar. Sagt er, at virðið av hesum málningunum var langt yvir eina milliard.

Aftur til myndirnar á listasavninum hjá Isabellu Stewart Gardner. Møguliga eru tær ikki farnar fyri skeyti. Ein møguleiki er, at tær eru nýttar sum gjaldoyra á svarta marknaðinum. Ein annar møguleiki er, at listaverkini eru seld sum eftirgerðir av upprunaligu listaverkunum. Hetta er serliga møguligt við málninginum hjá Rembrandt.

Rembrandt hevði nógvar næmingar og gjørdi sær ómak at læra teir at gera eftir málningunum hjá sær. Ofta kann vera torført at vita, hvat veruliga eru málningar hjá Rembrandt, og hvørjir einans eru eftirgerðir.

Við røttu førleikunum ber til at selja upprunamyndir hjá Rembrandt, sum um tær vóru eftirgerðir. Tú fært sjálvandi nógv minni fyri eftirgerðir, men tað er betri enn als ikki at sleppa av við málningin.

Sum skilst er ómøguligt at vita, hvør lagnan varð hjá stolna málninginum hjá Rembrandt. Tey serkønu siga, at 20% ella meira av slíkum listaverkum fara fyri skeyti – bara um 5% koma afturíaftur.

Hóast finningarlønin fyri stolnu listina á Stewart Gardner listasavninum er 10 milliónir US dollarar, so er einki komið afturíaftur enn, hóast mong siga seg vita eitt og annað.

Sagt verður, at tað, sum hendi málninginum hjá Rembrandt, er ein vanheilagur sorgarleikur – ein ræðulig spilla av tí vakra; men er hetta ikki júst tað, sum syndin ger? Eisini við okkum?

„Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.“ Jóhannes 10.10.

Eins og við stolna listaverkinum hjá Rembrandt, so sker syndin myndina út og letur okkum standa eftir sum tómar rammur. Eingin veit, hvat er hent myndini. Hon liggur goymd, gloymd, vanrøkt og kanska oyðiløgd.

Eins og ránsmenn kunnu nýta slík meistaraverk sum veðhald fyri ólógligum virksemi, soleiðis ger syndin ofta tað sama við okkum. Heldur enn at verða nýtt Harra okkara til æru, verða vit liður í tí, sum skeivt er.

Og eins og meistaraverkið kann verða selt einans sum eftirgerð, so er mangan við okkum, tá ið syndin sleppur framat.

Jú, tjóvurin kemur, stjelur og oyðileggur, men tað er bara partur av søguni. Hin parturin er, at Menniskjasonurin kemur, finnur og endurreisir.

Hóast allar sínar snildir og dugnaskap hava heimsins bestu detektivar og loyniløgreglufólk enn ikki megnað at funnið stolna málningin „Kristus í storminum“ og hini 12 stolnu listaverkini.

Tá er stórur munur á Honum, sum kom og fann okkum. Hann gjørdi tað, sum tað so rámandi stendur í Jóhannes 10.10, fyri at vit skulu hava lív og hava yvirflóð.

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/11/Stolni-malningurin-1.jpg 396 1050 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-11-27 07:00:002026-11-26 22:02:28Stolni málningurin
Tær dámar møguliga eisini hetta
Eingin so kann Síni varða
Lívsleiðir
Rufus og móðir hansara
Símun Jóhan Wolles
At endurnýggjast – ikki bara eldast
Frá óskili til skil

Nýggjasta úr Orð

  • Stolni málningurin27/11/2026 - 07:00
  • Bønarløtan18/11/2026 - 09:49
  • Kristus í storminum á Galileavatni – so sum Rembrandt málaði tað13/11/2026 - 07:00
  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Sámal Mikkelsen talar á middegi – sangkórið syngur á kvøldmøtinum21/11/2026 - 16:40
  • Kunngerðir20/11/2026 - 07:17
  • Kvinnumøti verður fríggjakvøldið17/11/2026 - 13:41
  • Javnamøti í Betesda 17/11/2026 - 11:33
  • Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin14/11/2026 - 08:49

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Stolni málningurin27/11/2026 - 07:00
  • Bønarløtan18/11/2026 - 09:49
  • Kristus í storminum á Galileavatni – so sum Rembrandt málaði tað13/11/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top