Av bókahillini:

Pílagrímsferðin

„Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar[1]) á jørðini.“  Hebrearabrævið 11.13

„Pætur, ápostul Jesu Krists – til útlendingarnar1) í sundurspreiðing í Pontus, Galatia, Kappadokia, Asia og Bitýnia,“ Fyrra bræv Pæturs 1.1

„Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar1) at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina!“ Fyrra bræv Pæturs 2.11

Orðið útlendingur í versunum omanfyri kann eisini umsetast pílagrímur. Trúgvandi eru pílagrímar á veg til himmalska heimlandið. Hetta er ein sannleiki, sum vit, ið frá barnsbeini hava livað í einum heimi – sum menniskjaliga sæð fer væl við okkum – ofta hava ringt við at taka til okkara. Ikki so løgið, at okkum tørvar aftur og aftur at verða mint á, at her hava vit ongan verðandi stað (Hebr. 13.14). At gloyma tað er vandamikil dárskapur.

Fyri umleið 350 árum síðan skrivaði John Bunyan bókina „Pílagrímsferðin“. Bókin snýr seg um júst hetta, sum vit umrøða her. Tørvaði teimum at verða mint á sannleikan tá, tørvar okkum tað mangan meira nú.

Hugsaði í stuttum at hyggja at ymsu støðunum, sum vit lesa um í sambandi við pílagrímsferðina hjá Kristini. Kristin er høvuðspersónurin í fyrra partinum av bókini.

Undirgangsstaður

Undirgangsstaður er núverandi heimurin; staðurin, sum Kristin flýggjaði úr.

Mótloysismýri

Mótloysismýri er eitt díki, har mong eru komin føst og tí ikki koma víðari.

Bygdin Dygd

Dygd er ein bygd, har mong heiðurlig fólk hava fest búgv heldur enn at fara um Tronga Portrið.

 Tronga Portur

Tronga Portur er portrið, sum Kristin mátti innum, skuldi hann koma inn í ríki Guds.

Borg Be‘elzebubs

Borg Be’elzebubs er borgin, haðani Be’elzebub og hjálparmenn hansara skjóta pílar eftir øllum, ið teir kunnu raka.

Hús Útleggjarans

Hús Útleggjarans er, har Kristini varð víst mangt vakurt og dýrabart, slíkt, sum var honum til hjálp á ferðini.

Krossurin

Krossurin er, har byrðin loysnaði, datt av bakinum og fór á rull.

Torføra Fjall

Torføra Fjall er eitt fjall, sum allir pílagrímar máttu uppum. Vegurin niðan á fjallið æt Torføri Vegur.

Borgin Vakurleiki

Vakurleiki er ein borg, sum er bygd pílagrímum til lívgan og verju.

Eyðmýkingardalur

Eyðmýkingardalur er, har Kristin møtti Apollyon og mundi vent aftur. Orsøkin til, at hann ikki gjørdi tað, var, at hann mintist, at herklæði hansara vardu ikki bakið.

Deyðaskuggadalur

Deyðaskuggadalur er einsligur dalur. Vegurin til Himmals gongur mitt ígjøgnum henda dalin.

Oyðimørkin

Oyðimørkin er, har Kristin og Trúfastur vórðu mintir á, at tað er gjøgnum nógvar trongdir, teir skulu ganga inn í ríki Guds.

Býurin Fáfongd

Fáfongd er ein býur, har vørurnar eru meiningsleysari enn tað, ið tómt er. Tað var her, at fylgisveinurin hjá Kristini, Trúfastur, varð dripin.

Guds Løkur/Lívsvatnsáin

Hetta er ein á, har vatnið kveikir og lívgar pílagrímar. Á báðum áarbakkunum eru alskyns fruktir.

Avleiðarmark

Avleiðarmark er eitt lættgongt stað, sum Kristin og felagi hansara Vónríkur fóru inn á, tí vegurin sneiddi og varð óslættur.

Ivaborg

Ivaborg er ein borg, har Kristin og Vónríkur komu at sita í einum myrkum fangaholi. Teir sótu har, til Kristini kom í hug, at hann hevði ein lykil uppi á sær til at sleppa út. Lykilin æt Lyfti.

Lívsælu Fjøll

Lívsælu Fjøll eru í landi Immanuels. Haðani sæst staðurin, ið bíðar pílagrímum.

Gyklaða Land

Gyklaða Land er eitt stað, har svøvnur lættliga kann fella á pílagrímar.

Áin

Ánna mugu teir fara um, skulu teir koma til Staðin. Áin er djúp ella grunn, alt eftir sum trúgv teirra er, sum fara um hana.

Himmalski Staðurin

Staðurin, har pílagrímarnir eiga ein bústað – og tað í aldur og allar ævir.

„Á, hvør tunga ella pennur kann siga frá dýrdargleði teirra! Soleiðis komu teir at portr­inum. Og táið teir komu hagar, stóð skrivað við gullbókstøvum yvir portr­inum:

„Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin! (Op. 22.14).“[2])

***

Eg sá um sólarsetur,[3])
hann móður, troyttur var.
Men hóast brattar brekkur,
hans andi lætt hann bar.
Við songi helt hann framá,
tó gøtan ósløtt var,
og helt áfram at syngja:
Eg skal skjótt hvíla har!

*John B. Matthias (Amer.)
Arnfinnur Setberg týddi

[1]) Framhevjanin er høvundans
[2]) Endurgivið úr bókini „Pílagrímsferðin“
[3]) Nr. 1245 í Nýggju Sangbók Guds Fólks