Tolin at renna skeiðið

– við innblástri frá J.R.R. Tolkien og Timothy Keller

Hobbin og Ringanna harri

Tað var ikki fyrr enn fyri nøkrum árum síðan, at eg gjørdist hugtikin av bókunum hjá J.R.R. Tolkien. Her hugsi eg um bøkurnar Hobbin, Ringanna harri og aðrar tongdar at teimum. Í bókunum verða vit førd inn í ein spennandi heim, har tað ikki bara eru alskyns sløg av menniskjum, men eisini álvar, vættrar, dvørgar og aðrir løgnir skapningar. Høvuðspersónarnir, hobbarnir, eru okkurt um hálva manshædd høgir. Bygdin, teir búgva í, eitur Hobbiton. Í Hobbiton er gott at vera, og hobbunum dámar at njóta stilla bygdarlívið og alt rundan um tað.

Fyrsta bókin, Hobbin, er um hobban Frodo og vandaferð hansara. Á ferðini finnur hann ein ring við yvirnatúrligum mátti. Hinar bøkurnar – Ringanna harri – tríggjar í tali, eru um ein fylgisvein hjá Frodo, Bilbo Baggins. Bilbo er sendur at blaka ringin í eldgosið, har ringurin upprunaliga varð smíðaður. Nógv ónt er tongt at ringinum, og tað er bara á henda hátt, at ringurin kann verða gjørdur til einkis. Ferðin er long, vandafull og kjokkfull av spennandi hendingum. Nakrir vinir eru við Bilbo, og so eru tað øll tey, sum teir møta á ferðini.

Bøkurnar og Skriftin

Orsøkin til, at eg gjørdist so áhugaður í bókunum hjá Tolkien, var, at eg ofta hoyrdi góðar bíbliulærarar endurgeva úr teimum. Bøkurnar eru fullar av myndum, sum lýsa andaligar sannleikar. Áhugavert, tí Tolkien sjálvur tvíhelt um, at bøkurnar ikki vóru ætlaðar at lýsa nakað ávíst, men vóru bara søgur. Orsøkin til, at tær tó lýsa tað andaliga lívið so væl, er, at kristna lívsáskoðanin hjá Tolkien skínur ígjøgnum tað, sum hann skrivar.

Nøkur fá bíbilsk dømir:

  • Vit lesa aftur og aftur í bókunum hjá Tolkien, hvussu øgiligur og eirindaleysur óndskapurin er.
  • Vit lesa, at endamálið hjá teimum, sum vóru sendir við ringinum, var ikki, so at teir kundu vinna sær heiður og ríkidømi, men so teir – við at ofra seg sjálvar – kundu beina fyri tí ónda.
  • Teir vóru valdir, ikki tí teir vóru so sterkir, men heldur tí, teir vóru so veikir.
  • Bilbo var illa særdur á ferðini. – Bíblian sigur, at tað fer eisini at henda okkum!
  • Teir høvdu ikki megnað ferðina uttan hjálpina, teir fingu á leiðini.
  • Tá ið Bilbo skuldi blaka ringin í eldin, var hann so illa fyri, at ein annar mátti koma og hjálpa honum. – Tað kenna vit frá okkum sjálvum og Skriftini.
  • Sigurin kostaði nógv og var ikki endaligur.

Bøkurnar og Timothy Keller

Timothy Keller, sáli, man vera bíbliulærarin, sum meira enn nakar annar gjørdi, at eg bleiv bitin av hobbunum. Honum dámdi serliga væl bøkurnar og sipaði dúgliga til teirra. Onkur, sum kendi Timothy Keller væl, segði, at hann var hugtikin av bókunum hjá Tolkien heilt frá tí, hann kom til trúgv, og líka til Harrin tók hann heim.

Eg minnist, at í einari talu kom hann inn á, at vit liva í eini tíð, har alt skal henda í einari handarvending, og hvussu hesin hugburðurin eisini ávirkar trúgvandi. Fólki dámar ikki at binda seg til nakað, sum kann koma at taka ov langa tíð, og serliga ikki, um tað bindur tey fyri lívið. Brotið úr Skriftini, sum kemur mær í hug, er Hebrearabrævið 12.1-2:

„Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!“

Sum so ofta, so lýsti Keller sannleikan við fara aftur til hobbarnar. Hann lýsti, hvussu long og torfør ferðin hjá Bilbo og vinum hansara var. Eg minnist ikki, júst hvussu hann segði tað, men tankin var, at ferð teirra var ein vandaferð – nógv longri enn teir høvdu væntað. Fíggindarnir vóru nógv fleiri og sterkari, enn teir høvdu ánað, og fjøllini og dalarnar nógv tyngri, enn teir høvdu droymt um.

Har var so nógv, sum teir ikki høvdu givið sær far um, áðrenn teir fóru avstað; trupulleikar, sum teir máttu loysa, skuldi ferðin eydnast. Og so var tað løgni, óndi Gollum og marran, sum hann var teimum líka til tað síðsta.

Og ikki bara tað. Tá ið teir so endiliga komu heimaftur, bíðaðu enn fleiri avbjóðingar.

Soleiðis er tað andaliga lívið.

Vit enda við tveimum sunnudagsskúlasangum, ið umrøða sama evnið:

Upp á tindar, gjøgnum dalar,
upp á tindar, gjøgnum dalar,
upp á tindar, gjøgnum dalar
vil eg fylgja, tá Jesus leiðir meg.
Eg vil fara, har hann leiðir,
eg vil fara, har hann leiðir,
eg vil fylgja, tá Jesus leiðir meg.
Eg vil fara, har hann leiðir,
eg vil fara, har hann leiðir,
eg vil fylgja, tá Jesus leiðir meg.

Eg eri við í Gud heri
og stríði fyri sannleikan.
Eg eri við í Guds heri;
Gud, ger meg til ein rættan mann.
Jesusi eg ynski fylgja,
um verðin enn meg háða vil;
eg vil líta bert á hann,
sum hin størsta sigur vann;
eg vil stríða fyri sannleikan.