Hevur nú Gud sagt?

– lýst í vitnisburði hjá Gerhardi Hansen, sála

Í 2017 kom ein áhugaverd bók út um dópin. Høvundur var fyrrverandi presturin, Gerhard Hansen, sáli. Áhugavert var at lesa, hvussu hesin maðurin, sum sjálvur hevði verið prestur, var komin til ta niðurstøðu, at Skriftin lærir dóp teirra trúgvandi, ikki barnadóp. Tá ið vit vóru heima fyrr í ár, gav Poul Jóhan Djurhuus mær ein bókling um Gerhard Hansen, og gott og áhugavert var aftur at lesa vitnisburð hansara.

Hóast tað var sera hugvekjandi at lesa, hvussu hesin fyrrverandi presturin tók djarva stigið at lata seg doypa, so var tað kortini ikki tað, sum eg serliga gav mær far um, tá ið eg las bóklingin, ið Poul Jóhan gav út í 2022. Tað, sum talaði sterkast til mín, var tað, sum hann skrivaði um, hvussu trúgvin skramblaði saman, og hvat mátti henda, áðrenn hon kundi endurreisast.

Gerhard skrivar:

Á heysti í 1991 skrivaði eg bræv til Kirkjumálaráðið – viðlagt læknaváttan – og bað um at verða loystur úr starvi tann 1. januar 1992, orsakað av vánaligum nýrum, sum eg framvegis stríðist við.

Nógv var hent í lívi mínum framman undan hesi støðutakan, sum gjørdi, at eg ikki kendi tað vera rætt, at eg framvegis skuldi arbeiða sum prestur. – Eg fari at biðja teg, kæri lesari, um at geva tí gætur, sum eg her sigi frá, og so samanbera tað við tað, ið hendi seinni í lívi mínum –. Í longri tíð hevði Satan teskað mær í oyru: „Tað kann ikki vera satt, at tú skalt trúgva øllum tí, sum skrivað er í Bíbliuni? Sjálvandi er tað, ið har stendur, skrivað av menniskjum. Eingin kann prógva, at tað er satt?“

Eg veit ikki við vissu, nær hetta hendi, men tað kom so spakuliga og sníkjandi. Kanska var hetta millum annað eitt úrslit av lesnaðinum á teim­um lærdu háskúlunum, ið eg gjøgnum nógv ár hevði vitjað? Nógvar vinstrahallar kreftir arbeiddu á lærdu háskúlunum hesi árini. Hin atfinningarsami søguligi granskingarhátturin var ikki at koma uttanum. Tá ið eg las dómsavgerðirnar frá teimum lærdu háskúlunum, ið høvdu dømt um før­leika mín í søgu í 1986, gjørdist eg heilt illa við, tá ið eg las: „Gerhard Hansen er meget godt skolet i den historisk kritiske metode …“

Tá gjørdist mær greitt, at eg var ikki tann sami, sum eg hevði verið. Hvat var og ikki, so hevði eg givið eftir. Hetta gjørdist at enda mítt størsta mistak og niðurlag, sum gjørdi, at eg veik longri og longri burtur frá Hon­um, ið eg hevði sett alt mítt álit á, Jesus Kristus.

Eg má viðurkenna, at hetta vóru nøkur ræðulig ár, tá ið eg livdi burtur frá mínum Harra og Frelsara. Eg havi uttan iva sárað mong menniskju hesi árini. Fyrst og fremst mína táverandi konu, sum ikki orkaði meira og ynskti hjúnaskilnað, sum eg skilji væl, og so míni trý børn, sum eg elski av heilum hjarta. Viðurskiftini okkara millum eru góð í dag.

Eg minnist serstakliga tíðina, tá ið eg búði í Keypmannahavn. Har gekk eg og válaði niðurbrotin og sokkin í synd. Eg græt og græt. Eg kundi ikki fara inn, har onnur fólk vóru. Hvørja ferð, eg skuldi siga okkurt, fór eg at gráta og fekk ikki orðini fram á varrum mínum.

*****

Í lívi hins kristna er støðutakan okkara til orð Guds alt avgerandi og endurspeglar persónliga sambandið við Kristus. Tess hægri vit virða orð Guds og boð Jesusar, tess virðisleysari, týdningarleysari og líkasælari verða allar hugsanir manna fyri okkum. Hetta er eisini galdandi fyri øll mannaboð, sum koma inn í kirkjuna og skulu eitast at vera boð Guds. Sum tíðin gongur, kenna fólk ikki munin á boðum manna og boðum Guds. Her hugsi eg m.a. um dópin og nú seinni hjúnalagið, sum Gud sjálvur hevur sett á stovn, og sum nú eisini skal fevna um ein minniluta av samkyndum. Hví eru vit farin so langt av leið?

Kirkjan, sum eg havi verið prestur í, og sum álegði okkum alt hetta, sum nevnt er í prestalyftinum, helt ikki sjálv hetta lyftið. Biskupar og nógvir prestar beinleiðis avnokta, at orð Guds er livandi og máttmikið; nei, teir vilja hava tað at samsvara við tíðina, vit liva í, tí alt er so nógv broytt. Hetta kundi ikki vera rætt.

*****

Gerhard Hansen hevði rætt. Men tá ið tað er sagt, so mugu vit varða okkum ikki at vera ov skjót við peikifingrinum. Ein hending, nú vit vóru heima, kemur mær í hug. Eg møtti einum kærum bróður, sum hoyrir til heimamissiónina. Meðan vit prátaðu, segði hann við meg, at hann ræðist, hvussu nógv brøðrasamkomurnar hava flutt seg frá tí, sum tær áður stóðu fyri. Álvarsamt.

Mest av øllum má eg ansa mær sjálvum. Eg havi nú í mong ár arbeitt burturav við Skriftini og kenni frá egnum royndum, hvussu skjótt tað kann vera at fara á glið. Hin óndi kemur til okkara – og fyri at endurtaka Gerhard Hansen – teskar okkum í oyrað: „Tað kann ikki vera satt, at tú skalt trúgva øllum tí, sum skrivað er í Bíbliuni?“ Ert tú ikki alla tíðina á vakt, missir tú virðingina fyri Orðinum og fert at pilka burt tað, sum tú ikki heldur hóska til okkum og okkara tíð.

Lat meg siga tað soleiðis: Tað er tann vissi undirgangur at hava sítt dagliga virki í Skriftini, leggur tú teg ikki eftir dagliga at dyrka samfelagið við Harran. Vit kunnu eisini siga: Skriftin minus Heilaga Andan er eitur. Tað er altíð vandamikið, tá ið tað heilaga gerst akademiskt, og tí ikki verður tikið í tí heilaga álvara, sum tað skal takast.

Misskiljið meg ikki. Vandin er ikki í gudfrøði – okkum tørvar gudfrøðingar. Vandin er í at víkja burt frá trúnni, so sum Gerhard Hansen segði, at tað hendi honum. Her mugu vit øll vera ansin og ikki gloyma, at hin Óndi er alla tíðina úti eftir at knúsa trúgv okkara á tað, sum Gud hevur sagt.