Carol og Poul Joensen luttaka á møtinum mikukvøldið
Carol og Poul Joensen vitja hesa vikuna í Føroyum, her tey eitt nú koma at taka lut á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20.
Poul og Carol hava ótroyttiliga arbeitt ímillum Sorimi fólki í Papua Ný Guinea síðani 1997.
Sorimi samkoman bleiv stovna fyri fleiri árum síðani og í august í ár handaðu tey Sorimi fólkunum umsetingina av nýggja testamenti.
Mikukvøldið í Betesda fara vit m.a. hoyra um henda varðan á leiðini fyri Sorimi samkomuna.
Poul og Carol ynskja at halda á vitja og stuðla Sorimi samkomuni framyvir, men búgva nú í Onglandi har tey undirvísa fólki í trúboðaravenjing á North Cotes College.
Vælkomin á møtið mikukvøldið kl. 20, har ein drekkamunnur verður at fáa aftan á møtið.