Evangelisk møtirøð byrjar í Betesda

Evangelisk møtirøð verður í Betesda frá í mikukvøldinum 22. september til sunnukvøldið 26. september.

Petur á Roykheyggi, Áron á Roykheyggi, Jens Bech og aðrir koma at hava orðið.

Møtini verða hesi:

Mikukvøldið 22/9 kl. 20: Uppbyggingarmøti

Hóskvøldið 23/9 kl. 20: Ungdómsmøti

Fríggjakvøldið 24/9 kl. 20: Evangeliskt møti

Leygarkvøldið 25/9 kl. 20: Evangeliskt møti

Sunnukvøldið 26/9 kl. 18: Evangeliskt møti

Á møtunum um vikuskiftið fara ymsar sangkreftir at luttaka. Eitt nú fer Jógvan Mortensen við bólki at syngja fríggjakvøldið, og tripletrioin í Ebenezer fer at syngja sunnukvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂