Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Maður hevði tveir synir

02/10/2026

Komandi tríggjar greinarnar verða grundaðar á líknilsið um burtvilsta sonin. Hesa ferð hyggja vit at, hvussu fariseararnir og teir skriftlærdu mundu hoyra tað, sum Jesus segði.

Søgusigarin Jesus

Herfyri gav Regin mær eina bók, har høvundurin, Peter J. Williams, vísir á, hvussu væl Jesus dugdi at samskifta. Tað vita vit sjálvandi longu, men áhugavert tó at lesa onkran, sum dugir at greina tað fyri okkum. Tað, sum nú kemur, er bygt á ymist, sum hann sigur í bókini.

„Men bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: „Hesin tekur ímóti syndarum og etur við teimum!“ Lukas 15.2

Sjálvandi er ómøguligt, at vita, júst hvat fariseararnir og teir skriftlærdu hava hugsað, men hava vit í huga, at hetta vóru menn, sum høvdu lært Gamla Testamentið, frá tí teir vóru lítlir, og at fleiri teirra dugdu nógv úr Gamla Testamenti uttanat, so er eingin ivi um, at teir hava fingið nógv við, sum vit ikki geva okkum far um. Kanska eitt sindur sum tá ið vaksin og børn hyggja at sama filmi.  Har kann vera nógv, sum tey vaksnu fáa fatur á, men ikki børnini.

„Og Hann segði: „Maður hevði tveir synir.“ Lukas 15.11

Orðini munnu hava gjørt, at teir lærdu fingu varhugan av, at teir kendu okkurt aftur. Tað eru jú fleiri menn í Gamla Testamenti, sum høvdu tveir synir: Ádam hevði tveir synir, Ábraham hevði tveir synir, Ísak hevði tveir synir, Móses hevði tveir synir.

Av hesum synunum eru tað serliga synirnir hjá Ísaki – Esau og Jákup – sum minna á líknilsið um burtvilsta sonin; men so er eisini eitt og annað, sum er beint øvut. Tað er, sum Jesus við líknilsi Sínum vildi vísa teimum, at hóast teir kendu Skriftina, so kendu teir hana als ikki.

Tað, sum er líka

Vit lesa í báðum hendingunum um arv (Luk.15.12 og 1. Mós. 25.32).

Vit lesa í báðum hendingunum um lond langt burtur. Jákup fór til Paddan-Áram. Líknilsið sigur ikki, hvar yngri sonurin fór, bara at tað var til land langt burtur. (Luk.15.13 og 1. Mós 28.2).

Vit lesa í báðum hendingunum um menn, sum komu aftur av markini, Esau og eldri sonurin (Luk.15.25 og 1. Mós. 25.29-34).

Esau var um at doyggja í hungri, tá ið hann kom heim av markini. Yngri sonurin var um at doyggja í hungri, tá ið hann sat hjá svínunum. (Luk.15.17 og 1. Mós. 25.30).

Vit lesa í báðum hendingunum um mat og máltíðir. Esau vildi hava av vellinginum, sum Jákup hevði gjørt. Seinni ger Rebekka eina máltíð til Ísak, sum Jákup so gevur pápanum. Eldri sonurin kom heim av markini, eftir at stór máltíð var gjørd fyri yngra beiggjanum. (Luk. 15.27 og 1. Mós.25.29; 27.17-25).

Vit lesa í báðum hendingunum um høgtíðarklæðir. Jákup varð latin í høgtíðarklæðir. Yngri sonurin varð latin í bestu klæðini. (Luk. 15.22 og 1. Mós. 27.15).

Vit lesa í báðum hendingunum um at røkta ella sita hjá fylgininum. Jákup røktaði fylgi Labans. Yngri sonurin sat hjá svínunum. (Luk.15.15 og 1. Mós. 30.31).

Vit lesa í báðum hendingunum um neiligar kenslur. Esau kastaði hatur á Jákup. Tað kom ilt í eldra sonin. (Luk.15.28 og 1. Mós. 27.41).

Tað, sum ikki er líka

Jákup fór avstað við ongum, men kom aftur múgvandi (1. Mós. 32.10). Yngri sonurin fór avstað við nógvum, men kom aftur við ongum (Luk. 15.13).

Ísak sá einki, hann var blindur (1. Mós. 27.1). Faðirin í líknilsinum sá væl. Hann sá sonin, meðan hann enn var langt burtur (Luk. 15.20).

Jákup nýtti skinn av geitalombum at snýta pápa sín við. Eldri sonurin legði pápan undir at snýta seg við ongantíð at hava givið honum so mikið sum eitt geitarlamb. (Luk. 15.29 og 1. Mós. 27.16).

Størsti mótsetningurin

Vit lesa í báðum hendingunum um persónar, sum komu rennandi, hálsfevndu og kystu. Í tilburðinum um synir Jákups er tað Esau. Í líknilsinum er tað faðirin. (Luk. 15.20 og 1. Mós. 33.4).

At samanbera Esau við faðirin!  – Vit kunnu ímynda okkum, hvat teir lærdu hava hugsað –. Hatta kann mann ikki! Men teir tóku feil, teir kunnu samanberast. Teir kunnu samanberast, tí eins og vrakaði Esau kom rennandi og hálsfevndi og kysti burtvilsta beiggjan, so kemur vrakaði Jesus rennandi og hálsfevnir og kyssir okkum – okkum, sum hava syndað móti Honum.

——————

Líknilsið um burtvilsta sonin, har er nógv at læra …

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/10/Madur-hevdi-tveir-synir.png 913 1988 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-10-02 07:00:002026-10-01 23:00:43Maður hevði tveir synir
Tær dámar møguliga eisini hetta
Tolin at renna skeiðið
Hini størstu og dýrastu lyfti
Bíbliulestrarvika
Bíbliutektsur til 21.03.2020
Náði Guds – og tornir og rullistólar
Ótti fyri framtíðini?

Nýggjasta úr Orð

  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Latið okkum! – Óli á Grømma talar í Betesda mikukvøldið30/09/2026 - 09:10
  • Spennandi dagur í Betesda sunnudagin27/09/2026 - 08:01
  • Betesdakórið 100 ár25/09/2026 - 22:13
  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top