Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið
Bókin í Skriftini, sum vit serliga seta í samband við gleði, er Filippibrævið. Vert er at geva gætur, at Paulus sat fangi, tá ið hann skrivaði brævið. Og vert er eisini at geva gætur, at tey, sum hann skrivaði til, vóru eisini undir torførum umstøðum.
Gleði og 1. kapittul
„… biði eg altíð fyri tykkum øllum við gleði.“ Fil. 1.4
Paulus gleddist um at biðja fyri øðrum. Tað er umsorgan, sum ger mun.
„Hvat so! Kristus verður tó prædikaður, … og tað eri eg glaður um. Ja, eg skal eisini framvegis gleða meg;“ Fil. 1.18
Tað vóru fólk, sum prædikaðu evangeliið bara fyri at leggja trongd afturat leinkjum Paulusar. Og svar hansara? „Hvat so!“ Tað, sum gleddi hann var, at Kristus varð prædikaður.
„… og verða verandi hjá tykkum øllum, tykkum til frama og gleði í trúnni,“ Fil. 1.25
Leggið til merkis, at Paulus segði, at uppgáva hansara var at gera fólk glað í trúnni. Ikki bara, at tey skuldu vaksa í trúnni, nei, at tey skuldu verða glað í trúnni. Tað er at taka gleðina í fullum álvara.
Gleði og 2. kapittul
„… gerið gleði mína fullkomna – at tit semjast …“ Fil. 2.2
Semja ger okkum glað, men ikki bara okkum. Hon ger eisini onnur glað, og hon ger eisini gleðina fullkomna. Hetta er vert at taka til eftirtektar.
„Um eg tá verði ofraður undir ofringini av trúgv tykkara og tænastuni fyri hana, so gleðist eg, og gleðist saman við tykkum øllum. Á sama hátt skulu eisini tit gleðast, og gleðast saman við mær.“ Fil. 2.17-18
Sum umstøðurnar vóru, kundi tænasta Paulusar fyrr ella seinni kosta honum lívið. So løgið, tað ljóðar, so gjørdi tankin hann glaðan. Var hetta bert tómt reyp? Nei. Tankin gjørdi hann glaðan, tí hann sá seg sum eitt offur, ofrað oman á ofringina av trúgv teirra.
At skilja hetta, er at skilja, hvat gleði snýr seg um.
„… at senda hann, fyri at tit aftur kunnu verða glað, táið tit síggja hann, …Takið tá ímóti honum í Harranum við allari gleði, …“ Fil. 2.28-29
Samkoman í Filippi hevði sent Epafroditus við gávu til Paulus og so eisini fyri, at Epafroditus kundi vera Paulusi til hjálp. Tíverri bleiv Epafroditus sjúkur, deyðsjúkur. Tað var um reppið, at hann ikki kom fyri seg aftur. Nú sendi Paulus hann heimaftur. Hann gjørdi tað, so samkoman kundi verða glað og soleiðis fáa lætta í sorg síni.
Paulus biður samkomuna taka ímóti Epafroditusi við allari gleði. Ein umfevnandi samkoma er ein samkoma, ið lýsir av gleði.
Gleði og 3. kapittul
„Og síðani, brøður mínir – gleðist í Harranum! At skriva hitt sama til tykkara troyttar ikki meg, og tað er tykkum tryggjandi.“ Fil. 3.1
Orðið gleði kemur bara eina ferð fyri í triðja kapitli. Paulus sigur, at hann troyttast ikki av at biðja tey gleðast í Harranum. Hann visti, at tað var teimum tryggjandi. Hann kemur inn á sama evnið í fjórða kapitli.
Sjálvt um orðið „gleði“ bara kemur fyri ta einu ferðina her í triðja kapitli, so er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at kapittulin, allur sum hann er, er ein lýsing av, hvat tað er at gleðast í Harranum.
„Men tað, sum var mær vinningur, havi eg fyri Kristusar skuld roknað fyri tap, ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn – fyri at eg kann vinna Kristus“ Fil. 3.7-8
Gleði og 4. kapittul
„Brøður mínir, … gleði mín …“ Fil. 4.1
At vera rætt knýttur at øðrum er at loyva teimum at vera gleði okkara. Ikki at loyva tí, er at halda framgongd teirra aftur.
„Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!“ Fil. 4.4
Paulus biður tey gleðast í Harranum og at gera tað altíð. Og so sigur hann eina ferð afturat, gleðist! Hetta er tað sama, sum hann umrøður í triðja kapitli.
Hann nevnir tað aftur her í fjórða kapitli, tí tað er bara, tá ið vit gleðast í Harranum, at vit hava nakra varandi gleði.
Og so er eisini vert at hava í huga, at hann sigur, at vit skulu gleðast í Harranum altíð – ikki bara viðhvørt.
„Tað hevur verið mær stór gleði í Harranum, … at tit hava fingið hugsað um hjálp til mín. …“ Fil. 4.10
„… havi fingið gávu tykkara – … Honum til gleði.“ Fil. 4.18
Her er gleðin tongd at gávuni, sum Epafroditus kom við frá samkomuni í Filippi. Paulus var glaður fyri gávuna, men ikki bara hann. Harrin var eisini glaður. Gávan var Harranum yndisligur angi, eitt væl fagnað offur, Honum til gleði.
*****
„Glatt hjarta ger andlitið ljóst, men hjartasorg brýtur mótið.“ Orðt. 15.13
„Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.“ Orðt. 17.22







