Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Burturvilstir feðgar

16/10/2026

„Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur! Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!“ Efesusbrævið 4.31-32

Meðan eg var á Balabac herfyri, var evnið á einum møti burtvilsti sonurin. June Diaz – ein av samverkamonnum okkara – segði nøkur orð og gjørdist sera rørdur, tá ið hann segði frá, um tá ið pápin kom rennandi ímóti soninum. Hann segði, at hann hevði persónliga upplivað at sæð pápa sín koma rennandi grátandi ímóti sær og hálsfevna seg. June segði ikki meir um tað, men tað var eyðsýnt, at hetta var nakað, sum rørdi kenslurnar.

Seinni spurdi eg hann um tað. Tað var ein heldur øðrvísi søga, enn eg hevði væntað. Líktist ikki beinleiðis frásøgnini um burtvilsta sonin – og tó, har eru felagsnevnarar. Loyvi mær at fortelja hana. Geri tað, tí eg haldi, at hon lýsir, hvussu ljótt og fløkjasligt alt kann vera, og hvussu týdningarmikið tað er at fáa viðurskiftini aftur í rættlag.

Og so til søguna.

June er uppvaksin í landsynningshorninum av oynni Mindanao, í býnum General Santos. Pápin var heryvirmaður, og tey búðu, kunnu vit siga, á hermótinum. Pápin var við í fleiri samanbrestum, bæði við muslimar og kommunistar. Hetta og tað, at hann var snarsintur av lyndi, gjørdi hann ofta ringan at umgangast. Og tað gjørdi tað ikki betri, at honum dámdi væl tað váta slagið.

Teir vóru fýra brøður, og heima var ofta buldraligt. Elsti beiggin og pápin høvdu eitt serliga rokaligt samband. Tað endaði við, at beiggin fór beint upp ímóti tí, sum pápin stóð fyri, fekk hug á einari gentu, sum var limur í kommunistiska uppreistrarbólkinum NPA, stakk av og kom ongantíð aftur í aftur. Tey halda ikki, at hann er á lívi longur. Syndarligt.

Rætta navnið hjá June er Natanael. Tey kalla hann „June“, tí hann er uppkallaður eftir pápanum. Nakað tað sama, sum tá ið tey í enskmælta heiminum siga „Junior“ (yngri). Tað er rættiliga vanligt á Filipsoyggjum.

Pápin hevði ætlað, líka síðan June var lítil, at hann skuldi fylgja honum eftir og gerast heryvirmaður. Fyrst skuldi hann tó fáa sær útbúgving og so søkja inn at gerast heryvirmaður. Hann so gjørdi, men slapp akkurát ikki inn.

Øll familjan skuldi í brúdleyp seinni sama dag, sum June fekk at vita, at hann ikki var sloppin inn. June visti, at pápin fór ikki at verða glaður. Hann var ikki spentur at møta honum.

Pápin var saman við øðrum hermonnum, tá ið teir hittust. Teir stóðu rundan um eitt borð fylt við fløskum og gløsum. Pápin hevði kenning. Tað var eyðsæð, at hann var ikki glaður. Teir síggjast, pápin sigur einki við June, men vendir sær forhánisliga til hermenninar og sigur:

„Tit, hetta er sonurin. Eitt stórt vónbrot, allur sum hann er. Eg hevði ætlað, at hann skuldi koma aftan á mær, men vita tit hvat? Hann slapp ikki inn, hann dumpaði.“

Og so leggur hann flennandi afturat: „Kanska ikki so løgið. Eg havi altíð havt varhugan av, at hann er ikki mannfólk. Tit vita, hvat eg meini.“

June hevur arvað stutta fjúsið hjá pápanum. Hann tendraði, bleiv spinnandi óður, og sópaði alt av borðinum. Fløskur og gløs flugu í allar ættir. Og so brustu feðgarnir saman. Høvdu hermenninir ikki skilt teir sundur, hevði endað heilt galið.

June rýmdi í øðini og lovaði, at pápin skuldi ongantíð síggja seg aftur. Og í eitt heilt ár var einki samband millum teirra.

Men so fór samvitskan at plága June. Hann visti, at hetta var ikki rætt og setti í seg, at næstu ferð, hann hevði frí, skuldi hann fara heim og fáa sambandið aftur í rættlag.

Foreldrini búðu úti á landinum, umgird av fløtum rísmarkum. Tú sást langt í allar ættir. Og her var tað, at June segði, at tað var sum í líknilsinum um burtvilsta sonin.

„… meðan hann enn var langt burtur, … hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.“ Lukas 15.20

June var heima eina viku, og feðgarnir høvdu nakrar góðar og gevandi dagar saman. Men so noyddist June avstað aftur.

Eina viku seinni ringdu tey og søgdu, at pápin hevði fingið ein hjartatilburð og var deyður.

——————

Slitin familjubond kunnu vera fløkjalig og ring at skilja. Men tað er ein royndur lutur, at tey eru mong, bæði børn, foreldur, systkin, vinir og kenningar, sum fegin vilja fáa sambandið endurreist, men tey vita ikki hvussu.

June er glaður um, at hann tók fyrsta stigið.

——————

Vit enda greinina við einum broti úr søgu hjá Ernest Hemingway:

 Ein ungur maður í Spania, Paco at navni, var rýmdur heimanífrá. Faðirin vónaði, at sonurin skjótt fór at koma heim aftur, men hann kom ikki.

Ein dagin setti pápin hesa lýsing í tíðindablaðið „El Liberal“: „Paco, møt mær á hotellinum Montana á middegi týsdagin. Alt er fyrigivið! Bestu heilsanir, pápi.“

Paco er eitt sera vanligt navn í Spania, og tá ið pápin kom á hotellið, bíðaðu 800 ungir menn við navninum Paco eftir pápa sínum.

Vit leingjast øll eftir fyrigeving.

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/10/Hann-kom-rennandi.jpg 1085 2357 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-10-16 07:00:002026-10-14 22:58:36Burturvilstir feðgar
Tær dámar møguliga eisini hetta
Demas fór frá mær, tí hann fekk kærleika til heimin
Skjøldir kappanna – ikki salvaður við olju
Fyrsti busstúrurin á Palawan
Gleðilig jól – ikki keðilig jól
Tey vágaðu lívið – Ann (Nancy) og Adoniram Judson
“Nú er stuttligt at liva!” – Elin Davidsen

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Høgni Johannesen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – dópur verður16/10/2026 - 22:54
  • Mannfólkadagur leygardagin 17. okt15/10/2026 - 20:42
  • John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið14/10/2026 - 07:57
  • Kunngerðir 11. oktober11/10/2026 - 11:59
  • Monika Kunoy og Tim Sharp á bønarmøtinum mánakvøldið11/10/2026 - 11:05

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top