Jarðarferðir leygardagin og sunnudagin og familjumøti sunnukvøldið

Her er ein samandráttur av tiltøkum í Betesda um vikuskiftið:

Eldrahugni fríggjadagin kl. 15:00.
Eitt stutt filmsklipp verður víst av samrøðu við Amaliu í Búnanum, sum í dag býr á Vistarheiminum. Ungdómar í samkomuni syngja nakrar sangir, og nakrir felagssangir við jóladámi verða sungnir. Ein kaffimuður við góðum afturvið verður eisini at fáa.
Hjartaliga vælkomin.

Jarðarferð leygardagin kl. 13:00.
Tað hevur líkað HARRANUM at taka systir okkara, Noomi Dam, heim til Sín. Kistan kemur í Betesda fríggjakvøldið kl. 19:00 í stillum. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin 30. november kl 13:00.

Minnismáltíð HARRANS verður sunnumorgunin kl. 11:00.

Jarðarferð sunnudagin kl. 13:00.
Somuleiðis hevur tað líkað HARRANUM at taka bróðir okkara, Helga Laksafoss, heim til Sín. Kistan kemur í Betesda leygarkvøldið kl. 19. Jarðarferðin verður sunnudagin 1. desember kl. 13.

Sostatt verður eingin sunnudagsskúli sunnudagin.

Familjumøti sunnukvøldið kl. 18:00.
Á familjumøtinum fara vit at syngja saman við børnunum, sum eisini fáa eina góða søgu frá Beintu Vang. Sangkórið í Betesda luttekur við sínum vakra sangi, og tey, ið syngja og spæla fyri í sunnudagsskúlanum, leiða felagssangin. Jákup Eli Østerø hevur eitt orð.
Hjartaliga vælkomin.