Kafé’in í Betesda hósmorgnar byrjar aftur í morgin kl. 10-12

Tann væl umtókta kafé’in í Betesda, sum er opin hvønn hósmorgun frá kl. 10 til 12, byrjar nú aftur eftir summarsteðgin.

Kafé’in er opin hvønn hósdag kl. 10 til 12 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað er í stóran mun tilkomin og eldri, ið savnast at njóta góða samfelagið og hugnan í kafeini, har vanliga eisini eitt lítið sanglið er við. Eisini børn og ung koma, eitt nú úr skúlanum, at fáa sær ein drekkamunn.

Fyriskipararnir undirstrika, at kafé’in er fyri allar aldursbólkar, og tey vóna at síggja fólk í øllum aldri – øll eru hjartaliga vælkomin.

Tá ið gamla Betesda varð tikið niður og nýggjur salur bygdur frá 2012 til 2014, leigaði samkoman høli við Klaksvíksvegin. Í hesum tíðarskeiðnum kveiktist hugskotið um at lata salin eitt sindur meira upp fyri nærumhvørvinum.

Hetta tiltak fekk góða undirtøku og flutti við heim á Biskupsstøð, tá ið samkoman flutti inn í nýggja Betesda, har kafé’in í dag er ein fastur og vælumtóktur partur av virkseminum.