Kunning um forfylgdar kristnar armenar – sunnukvøldið kl. 18

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18:00 fer danski læknin, Kim Hartzner, at kunna um arbeiðið at hjálpa kristnum armenum úr Nagorno Karabakh, sum eru raktir av harðari forfylging.

Kim Hartzner, sum virkar fyri hjálparfelagsskapin Mission10forty, arbeiddi í 1990 í hálvt ár sum lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– Tá var eg virkin í Betesda, serliga í ungdómsbólkinum, og øll árini síðan tá havi eg havt samband við fleiri av mínum vinum frá teirri tíðini, greiðir Kim frá.

– Umframt mítt arbeiði sum lækni havi eg síðan 1991 arbeitt við neyðhjálp til kreppuøki í Eysturevropa, Miðeystri og Asia, seinastu árini gjøgnum kristna hjálparfelagsskapin Mission10forty, sum eg og ein hópur av kristnum stovnaðu í 2021.

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18:00 fer Kim Hartzner at greiða frá arbeiðinum at hjálpa kristnum armenum úr Nagorno Karabakh, sum eru raktir av harðari forfylging.

Hjartaliga vælkomin.